Á lítlari samkomu 31. mars við hóskandi koronafrástøðu og uttan lógvatak skrivaðu umboð fyri Articon og SEV undir yvirtøkuskjalið, og støð 3 var formliga latin SEV.
“Vit eru fegin um at vera komin hertil, og at arbeiðið hevur gingið so væl,” sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV. “Arbeiðið er væl úr hondum greitt, til tíðina og væl og virðiliga innan fyri játtanarkarmin.”
Verkið tekur seg væl út, og tekniskt sæð er tað eitt elverk á høgum stigi, sum veitir støðuga elorku til føroyska samfelagið. Sundsverkið merkir tað sama fyri føroyska samfelagið, sum kaðalsamanbindingin millum londini ger á meginøkinum. Útbygda Sundsverkið veitir eitt trygt grundarlag, meðan hildið verður fram við útbyggingum á grønu kósini til gagnnýtslu av varandi og burðardyggum orkukeldum.
Støð 3, sum nú er partur av Sundsverkinum, hýsir fýra nýggjum motorum við einum samlaðum motormátti á 37 MW. Saman við eldra partinum av Sundsverkinum – støð 1 og 2 upp á 45 MW – er mátturin á Sundverkinum tilsamans 82 MW, umframt eitt 8 MW tiltaksverk. Til samanberingar kann nevnast, at eftirspurningurin eftir elorku í meginøkinum vanligar dagar er eini 50-55 MW, og hægsti tørvur á elorku nakrantíð er skrásettur til 62 MW – tað var í november 2019.
Stórur dentur er lagdur á trygd og reinleika á støð 3; verkið hevur reinsiskipan, ið tekur skaðilig evni, NOx, úr roykinum, og nógv er gjørt burturúr at doyva ljóðið frá motorunum. Eisini er nógv gjørt burturúr, at umstøðurnar til at reka og røkja verkið skulu vera góðar.
Sunnvard Andreasen, Articon, Bogi í Dali, Stinni/Lbf, Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri SEV, og Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.
Verkætlanin hevur vart 8 ár, harav tey fyrstu gott og væl 3 árini fóru til at ítøkiliggera ætlanina, projektera og fyrireika.
Síðan byggingin byrjaði í 2017, hava ongar týðandi seinkingar verið, og játtanin er hildin. Játtanarkarmurin frá 2016 var 800 mió. kr., og nú byggiverkætlanin er liðug, og støð 3 er avhendað, er greitt, at við eykaútreiðslum eru brúktar 758 mió. kr.
“Verkætlanin hevur verið øgiliga væl stýrd og handfarin,” sigur Hákun Djurhuus. “Samstarvið millum ymisku fakøkini, veitararnar og okkum hevur verið gott, og arbeitt hevur verið málrættað og hegnisliga fyri at halda verkætlanini á rættari kós, og tað hevur eydnast.”
Motorarnir á støð 3 eru longu týðandi partur av framleiðslutólunum hjá SEV, og við økta máttinum er trygd fyri, at tøkur máttur altíð er til at veita streym í meginøkinum, eisini tær tíðir á árinum, tá ið lítið er av vindi og vatni.