SEV fingið nýggjan kaðalbil

SEV keypti herfyri ein nýggjan kaðalbil úr Týsklandi.

Nýggi kaðalbilurin hjá SEV. Á myndini Regin Follend, verkfrøðingur.

SEV keypti herfyri ein nýggjan kaðalbil úr Týsklandi, sum lættir nógv um arbeiðið at staðfesta brek á kaðlum - serliga á háspenningskaðlum.

Útgerðin í bilinum bæði staðfestir brek og vísir á, hvar brekið er, hóast kaðalin er fleiri kilometrar til longdar. Graviarbeiðið, tá brekið skal rættast, verður tískil nógv lættari.

Nýggja útgerðin er eisini hent at hava at staðfesta, hvar kaðlar liggja, tá t.d. yvirlit skal fáast yvir eitt øki. Ein tónagenerator verður settur á ein enda á kaðlinum í eitt nú eini transformarastøð, og við einum lurtitóli ber síðani til at vísa, hvar og hvussu djúpt kaðalin liggur.

Kaðalbilurin er av slagnum Opel Movano, og útgerðin í bilinum er frá SEBA.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking