SEV fer beinanvegin at taka fyrstu stigini at kanna, hvørji árin vatnorkuútbyggingin í Eysturoynni møguliga hevur havt og kann hava á plantulív, dýralív og fuglalív. Stýrið fyri SEV fer á komandi umboðsnevndarfundi, 28. november 2006, at mæla umboðsnevndini til at seta pengar av til árinskanningina.
Yvirfriðingarnevndin krevur eina árinskanning, áðrenn hon tekur støðu til, hvørt SEV skal sleppa at halda fram við vatnorkuni í Eysturoynni ella ikki. Tað sigur Yvirfriðingarnevndin í skrivi til SEV, dagfest 9. oktober 2006.
Nevndin grundar m.a. sína avgerð á eitt upprit hjá Dorete Bloch, lívfrøðingi. Hon mælir til, at ein grundkanning verður gjørd, sum skal lýsa møgulig árin av, at vatnið verður leitt úr áunum í Eysturoynni í Eiðisvatn. Kanningin skal gerast í eitt ár, og síðani skulu ymsu úrslitini greinast, og ein frágreiðing skal skrivast. Sannlíkt er, at alt kanningararbeiðið tekur í minsta lagi tvey ár.
Yvirfriðingarnevndin krevur, at ein verkætlanarlýsing verður gjørd fyri árinskanningina, og nevndin bjóðar sær til at gera hesa lýsing saman við SEV.
Fyrr í summar játtaði Friðingarnevndin fyri Eysturoyar Sýslu SEV at fara undir Eiði II, og síðani var málið sent Yvirfriðingarnevndini, sum á fundi 28. september 2006 tók støðu til at krevja árinskanning, áðrenn málið kann ganga víðari.
SEV vil fegin gera kanningarnar, men harmast um, at málið aftur nú verður útsett eini tvey ár, tí tað hevur longu drigið út í tvey ár og níggju mánaðir.
- Serliga harmiligt er tað, at boðini um árinskanningina koma so seint, sigur Leivur Hansen, stýrisformaður.
SEV sendi í januar 2004 Friðingarnevndini fyri Eysturoyar Sýslu umsókn um loyvi at halda fram við vatnorkuútbyggingini í Eysturoynni. Friðingarnevndin í Eysturoynni svaraði ikki fyrr enn tíðliga í summar og brúkti sostatt næstan tvey og eitt hálvt ár at viðgera málið. Síðani hevur málið verið viðgjørt í Yvirfriðingarnevndini í tríggjar-fýra mánaðir, og tað vil siga, at tilsamans táttar viðgerðartíðin hjá friðingarmyndugleikunum í næstan trý ár, har úrslitið er vorðið ein árinskanning, sum leggur eini tvey ár oman á viðgerðartíðina higartil.
Sostatt er eingin endaliga avgerð væntandi fyri Eiði II, fyrr enn um tvey ár, og tá hevur viðgerðartíðin hjá Yvirfriðingarnevndini og Friðingarnevndini fyri Eysturoyar Sýslu tilsamans tikið umleið fimm ár.