SEV fegnast um Grønu virðislønina

SEV fegnast um Grønu virðislønina
Tórshavnar kommuna læt SEV Grønu virðislønina, tá ið Umhvørvisvikan í høvuðsstaðnum varð sett fyrrapartin

-Tað er sera hugaligt at fáa slíkt herðaklapp. Tað gevur okkum enn meira dirvi og treysti at fáa felagsskapin enn longri fram á grønu leiðina, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, sum vegna elfelagið fyrrapartin í dag tók ímóti Grønu virðislønini frá Tórshavnar kommunu.

SEV fekk heiðurin fyri grønu kósina og vindmyllulundina í Húsahaga, sum fingu elframleiðsluna úr varandi orkukeldum upp á 51 prosent í 2014. 49 prosent komu sostatt frá oljuriknu verkunum í 2014, har framleiðslan úr olju lækkaði 16,5 prosent. Harvið fór elframleiðslan úr varandi orkukeldum fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í sjeytiárunum upp um elframleiðsluna úr olju, tá talan er um framleiðsluna eftir einum ári. Seinasta hálva árið hevur grøna elorkan í miðal verið 71 prosent av elframleiðsluni.

Tað eru vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga, útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað, sum nú av álvara gera mun.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking