SEV fegnast um fokus á umhvørvið

SEV setti fyri hálvum triðja ári síðani á stovn heilsu-, trygdar- og umhvørvisdeild – HTU-deildin - sum burturav tekur sær av at betra umstøðurnar á hesum øki.

Nú Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, har fokus er á umhvørvisleiðslu, grønari marknaðarføring og vinnuligum burturkasti, fegnast SEV um at kommunan tekur hendan táttin upp. 

Á Sundsverkinum og í skrivstovubygninginum hjá SEV á Landavegnum hevur alt burturkast verið skilt í skjótt tvey ár. Skilt verður í papp/pappír, sankutøð, jarn, ellutir, kemikaliir, battaríir o.a.

Nakrir byrjunartrupulleikar hava verið. Í samstarvi við Kommunalu Brennistøðina og ruskinnsavningina eru tó nakrir av trupulleikunum loystir, og vónandi fer tað, at fokus nú verður sett á vinnuligt burturkast, at føra okkum enn nærri málinum.

SEV raðfestir umhvørvið høgt­­­­­­­­

SEV setti fyri hálvum triðja ári síðani á stovn heilsu-, trygdar- og umhvørvisdeild – HTU-deildin - sum burturav tekur sær av at betra umstøðurnar á hesum økjum.  Í 2008 varð ein HTU-politikkur orðaður, sum millum annað sigur, at SEV skal verja umhvørvið mest møguligt, og  arbeiðast skal skipað og miðvíst fyri áhaldandi at betra úrslitini á hesum økjum. 

Sum lið í umhvørvisarbeiðinum hevur SEV latið gera eina frágreiðing um teir vandar, sum kunnu koma fyri av oljuútláti frá teimum oljuriknu verkunum. Frágreiðingin er gjørd í tíðarskeiðnum november 2010 til januar 2011, og er tað COWI A/S saman við starvsfólkum hjá SEV, sum hava latið hesa frágreiðing úr hondum.

Frágreiðingin vísir á, at støðan á teimum oljuriknu verkunum hjá SEV ikki er hættislig. Frágreiðingin vísir á, hvørjar ábøtur kunnu gerast fyri at oljuriknu verkini koma upp á sama støði, sum líknandi verk í vesturheiminum. 

 Tó er ikki langur vegur, tí ein virkisætlan fyriliggur longu, sum setur tiltøk í verk til tess at fyribyrgja oljulekum. 

Arbeitt verður við at innkoyra tey almennu viðmælini frá COWI A/S í dagliga raksturin av verkunum. Eisini verður arbeitt við at skipa raðfestingarlistan soleiðis, at støðugt verður arbeitt fyri at minka um vandan fyri oljuútláti.

Sundsverkið gongur undan við umhvørvisleiðsluskipan

Tórshavnar kommuna hevur eisini valt í umhvørvisvikuni at seta fokus á evnið umhvørvisleiðsla. Innan hetta øki gongur SEV undan í Føroyum, við at Sundsverkið er fyrsta framleiðsluvirkið í Føroyum, sum hevur eina góðkenda umhvørvisleiðsluskipan – sambært DS/EN ISO 14001 standardinum.

Hetta hendi 22. september í fjør, tá ið umboð fyri ‘Det Norske Veritas’ handaði verkinum góðkenningarskjalið.

Ein umhvørvisleiðsluskipan  er eitt amboð, ið skal hjálpa fyritøkum at stýra tilgongdum fram ímóti eini meiri burðardyggari framleiðslu. 

Umhvørvisleiðsluskipanin á Sundsverkinum umfatar elframleiðslu, goymslu og bunkring av tungolju.

 Dánjal Vang frá Det Norske Veritas handar Jákupi Sørensen, verkmeistara á Sundsverkinum, søguliga ISO 14001 skjalið. 

  Saman við leiðaranum á heilsu-, trygdar- og umhvørvisdeildini á SEV, Anniku F. Berg, stóðu Páll Hansen, maskinmeistari á Sundsverkinum, og Janet Fríða Johannesen, ráðgevi á Atlanticon, á odda fyri arbeiðnum at fáa Sundsverkið ISO 14001 góðkent við góðum stuðuli frá øllum hinum starvsfólkunum á verkinum. 

Útivið 30 mans arbeiða á Sundsverkinum, ið stendur fyri umleið helvtini av streymframleiðsluni hjá SEV. Teir fingu undir allari tilgongdini innlæring í ISO 14001 skipanina.

Lið í umhvørvisátaki

-SEV hevur sett sær sum mál støðugt at fremja ábøtur á umhvørvisøkinum, og sum lið í hesum hava vit seinastu tvey árini arbeitt miðvíst við at fáa Sundsverkið ISO 14001 góðkent, sigur  Annika F. Berg, HTU-leiðari á SEV.

- Við hesi skipanini bindur SEV seg til at fremja ábøtur á umhvørvisøkinum við allatíðina at seta sær nýggj mál og virkisætlanir, leggur hon aftrat.

Nýggja leiðsluskipanin hjálpir fyritøkuni at fáa yvirlit yvir umhvørvisárinini frá eitt nú burturkasti, spillvatni, oljunýtslu, rávørunýtslu, vatni, elnýtslu osfr.

Haraftrat er hon eitt gott amboð at eyðmerkja og seta í verk ábøtur, har fokus er á burðardyggum loysnum.

Eftir ætlanini verður Vágsverkið næsta elverkið hjá SEV, sum verður ISO 14001 góðkent.

Umhvørvisvikan og vinnan Við at seta fokus á umhvørvið kunnu vit náa langt á leið. Tiltakið at hava eina umhvørvisviku er vorðið eitt árligt afturvendandi tiltak í Tórshavnar kommunu í viku 19. Hini árini hevur umhvørvisvikan vent sær til einstaka borgaran í kommununi. Tað er at fegnast um, at umhvørvisvikan í ár eisini vendir sær til vinnuna, soleiðis at vinnan verður eggjað til at raðfesta umhvørvið í gerandisdegnum.

Í umhvørvisvikuni verður í ár eins og undanfarin ár eisini fokus sett á at fríðka um og rudda. Í Klaksvíkar kommunu er eisini í hesum døgum umhvørvisvika, har dentur somuleiðis verður lagdur á at fríðka um og rudda.

At fokus verður sett á umhvørvið og hetta at rudda og fríðka um, er eisini í tráð við HTU-politikkin og virðisgrundarlagið hjá SEV.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking