SEV eykaaðalfund í morgin

Á skránni er m.a. støðutakan til uppskot til fíggjarætlan fyri 2011.

Vanligi eykaaðalfundurin hjá SEV á heysti sambært viðtøkunum, verður í morgin. Á skránni er m.a. støðutakan til uppskot frá nevndini til fíggjarætlan fyri 2011.

29 av teimum 30 kommununum í landinum hava sum eigarar av elfelagnum boðað frá, at tær vera umboðaðar á fundinum.

Uppskotið til fíggjarætlan varð sent kommununum fyri 14 døgum síðani.

Kunning um virksemi og fíggjargongd

Á fundinum fer nevndin eisini at leggja fram frágreiðing um felagsins virksemi síðani ársaðalfundin í apríl, eins og kunnað verður um fíggjargongdina síðani ársaðalfundin.

Eftir formliga fundin verður gestarøða á skránni.

Eykaaðalfundurin verður á Hotel Føroyum í morgin kl. 11. Fundurin er almennur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking