Seinnapartin í gjár skrivaðu leiðslan í SEV og leiðslan í Burmeister & Wain Scandinavian Contractor A/S undir ein sáttmála um endurnýgging av eltekniska útbúnaðinum til báðir teir stóru MAN B&W motorarnar á Sundsverkinum. Seinnapartin í gjár skrivaðu leiðslan í SEV og leiðslan í Burmeister & Wain Scandinavian Contractor A/S undir ein sáttmála um endurnýgging av eltekniska útbúnaðinum til báðar teir stóru MAN B&W motorarnar á Sundsverkinum.
Motorarnir, ið ávikavist vóru uppsettir í 1983 og 1988, skulu eftir ætlan koyra í minst 10 ár afturat ella 50.000 tímar, men hetta heldur eltekniski útbúnaðurin ikki til. Tí verður farið undir hetta arbeiði, ið eftir ætlan skal vera liðugt í august 2009.
Talan er í høvuðsheitum um útskiftan av láspenningstalvum í statión 2, alarmskipan, last- og spenningsregulatorum, pumpustýringum og yvirskipaðu stýriskipanina. Eisini verður onnur útgerð á Sundsverkinum tongd at somu skipan, soleiðis at tað framyvir verður ein yvirskipa stýriskipan fyri alt elverkið á Sundi.
Arbeiðið er lagt soleiðis til rættis, at tað minst møguligt darvar dagliga raksturin á Sundsverkinum. Eisini er hædd tikin fyri, at motorarnir skulu vera tøkir í tí tíðarskeiðnum, tá ið lítið vatn er til vatnturbinurnar.
Arbeiðið upp á tann fyrsta motorin byrjar í september 2008, og verður eftir ætlan liðugt í februar 2009. Síðan verður farið undir tann næsta motorin og felagsútgerðina, sum skal vera liðugur fyrst í mai 2009.
Seinasta stigi í arbeiðinum er at savna báðir teir nýggju MaK motorarnar í somu stýriskipan, og verður hetta arbeiði liðugt í august 2009.
Kostnaðurin fyri samlaða projektið er umleið 18.5 mió. kr.
Til staðar á fundinum, tá ið sáttmálin var undirskrivaður, vóru Christian Grundtvig og Søren Ebbe Sørensen frá BWSC og Leivur Hansen, Hákun Djurhuus, John P. Danielsen, Finn Jakobsen, Terji Nielsen, Bergur Didriksen, Jákup Sørensen, Klæmint Weihe og Ingeborg Godtfred umboðandi SEV.