Borað verður ikki upp í ánna, men geva vit møguleikan til komandi ættarlið, at taka eina skjóta og bíliga avgerð um tað, um hetta ber til og verður mett skilagott. Borað verður ikki upp í ánna, men geva vit møguleikan til komandi ættarlið, at taka eina skjóta og bíliga avgerð um tað, um hetta ber til og verður mett skilagott.
Møguleikin at fáa hesa sera bíligu árligu eykaveiting á eina millión kilowatttímar fyri 4 mió. kr., fáa vit ikki aftur. Nevndin í SEV hevur tí avgjørt, at boringin suður til Sandá skal gerast nú, meðan arbeiðstakarin er í gongd við at bora. Skaktin upp í ánna verður eisini gjørd partvís, støðgað verður ein til tveir metrar undir helluyvirflatuni.
Nevndin er fult greið yvir, at Sjóvar kommuna hevur noktað at givið byggiloyvi til áarinntakið, og virða vit ta avgerðina. Men greitt er, at Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi til vatntøkuna, og umboðsnevndin hjá SEV, sum tá var evsta vald felagsins, hevur eisini viðtikið at fremja útbyggingina suður í Sandá.
Tað eru so nógv lívsins viðurskiftir, sum broytast. Orkutørvurin er bert vaksandi, og eftirspurningurin eftir reinari orku veksur eisini. Tað er tí skeivt av okkum, ikki at geva einum komandi ættarliði møguleikan at troyta sínar keldur, í tann mun tey vilja gjalda prísin við eini minni Sandá.
Spurningar hesum viðvíkjandi verða svaraðir við at venda sær til Jákup Suna Lauritsen, nevndarformann á tlf. 214444 ella Hákun Djurhuus, stjóra á tlf. 211161.