SEV bjóðar nú arbeiðið at gera áarinntøk og veitir v.m. í sambandi við vatnsavningartunnilin millum Skálá og Blásenda í Eysturoy út í almennari lisitatión.
Talan er um trý luftinntøk og 20 áarinntøk við tilhoyrandi veitum o.ø.
Eitt luftinntak og fimm til sjey áarinntøk skulu gerast í summar, meðan restin - tvey luftinntøk og 13 til 15 áarinntøk við veitum - skal gerast summarhálvuna 2012.
Innlatingarfreistin 28. mars
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá Landsbyggifelagnum (LBF) til í seinasta lagi 4. mars ímóti einum veðhaldi upp á 5.000 kr., sum skal vera goldið, áðrenn tilfarið verður útflýggjað.
Tilboð, merkt Inntøk til Eiði 2 Suður, skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi 28. mars kl. 14. Tilboðini verða tá latin upp á skrivstovuni hjá SEV á Landavegi 92 í Havn, har tilboðsgevararnir kunnu vera hjástaddir. Sí annars lýsing í bløðunum.