SEV fer í heyst at varpa ljós á grøna elorku, nýbrot á elorkuøkinum, visiónir og veðurlagsbroytingar á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan, sum ber heitið “100by2030”, verður hildin 27. og 28. september, stutt undan at SEV fyllir 70 ár 1. oktober.
SEV hevur m.a. boðið fleiri av sínum útlendsku samstarvsfelagum at halda fyrilestur, eins og útlendingar sum heild hava møguleika at vera við á ráðstevnuni. Skráin er ikki endalig enn, men t.d. verða umboð fyri týska vindmylluframleiðaran, ENERCON, og danski veðurlagsserfrøðingurin á DR, Jesper Theilgaard, millum fyrilestrahaldararnar í Norðurlandahúsinum.
Longu nú ber til at melda til ráðstevnuna á ensku heimasíðuni 100by2030.org.
SEV vil fegin stuðla upp undir vitanardeiling innan grøna orku, tí nýbrot og nýhugsan eru ein alneyðugur hugburður at hava næstu 15 árini, um málið um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030 skal røkkast.
Battarískipanin í Húsahaga, sum er tann fyrsta av sínum slag í Evropa, er dømi um nýbrot á elorkuøkinum. Ráðstevnugestirnir fáa eitt nú høvi at vitja í Húsahaga fyri at kunna seg nærri um nýggju tøknifrøðina, sum varð tikin í nýtslu í vár. Battarískipanin hevur til endamáls at javna óstøðugu vindorkuna út á netið, so hon verður gagnnýtt betur, og harvið kann vindorkuparturin økjast næstu árini.
60 prosent av allari elframleiðsluni í 2015 stavaðu frá vatni og vindi, og oljuriknu verkini framleiddu sostatt 40 prosent. Elframleiðslan var tó 100 prosent grøn í fleiri umførum í fjør – t.d. í vikuskiftum, tá ið elnýtslan er lægri enn vanligar dagar.