SEV ársaðalfund fríggjadagin

Fundurin verður á Hotel Føroyum fríggjadagin kl. 14.

Elfelagið SEV hevur ársaðalfund fríggjadagin.

Á skránni er m.a. frágreiðing frá nevndini um felagsins virksemi í undanfarna roknskaparári og grannskoðaður roknskapur og fíggjarjavni til góðkenningar.

Eigararnir væl umboðaðir

Kommunurnar eiga  SEV. Umframt eitt umboð við atkvøðurætti, ið sum oftast eru borgarstjórarnir, plaga eisini aðrir kommunustýrislimir at vera við á ársaðalfundunum, har teir eisini hava talurætt.

Almenningurin hevur somuleiðis atgongd.

Fundurin verður á Hotel Føroyum fríggjadagin kl. 14.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking