SEV á Torradøgunum í Norðoyggjum

SEV á Torradøgunum í Norðoyggjum
Hákun Djurhuus, stjóri og Terji Nielsen, menningarleiðari leggja fram um grønu kósina í Spinnarínum í Klaksvík, leygardagin kl. 14.00

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og menningarleiðarin hjá elfelagnum, Terji Nielsen, greiða frá grønu kósini, sum SEV og Føroya Landsstýri hava arbeitt á seinastu fimm árini, og hvørji næstu stigini verða.

Teir viðgera m.a., hvussu skilabest er at fara fram við grønum útbyggingum, pumpuskipanum, battarískipanum og orkugoymslum, og hvussu SEV áhaldandi heldur eyga við nýggjum møguleikum sum t.d. sjóvarfalsorku. Samstundis hevur tað alstóran týdning, at øll stig, sum verða tikin, verða grundað á ein skynsaman búskap. Eisini er neyðugt at hjálpa brúkarunum at fremja orkuskiftið við grønum hita – og flutningsloysnum – t.e. hitapumpum og elbilum.

Í 2015, sum hevur verið higartil besta grøna árið, stavaðu 60 prosent av elframleiðsluni frá vatni og vindi. Síðani hevur grøna elframleiðslan ligið á umleið 50 prosentum um árið. Tó at battarískipanin í Húsahaga og aðrar tillagingar hava gjørt SEV ført fyri at fáa meira av varandi orku til høldar, so hevur vøksurin í elnýtsluni verið so stórur seinnu árini, at árliga grøna elframleiðslan ikki hevur verið uppi á 60 prosentum aftur.

Hinvegin er tað ikki óvanligt, at elframleiðslan einstakar dagar liggur millum 80 og 100 prosent úr vatni og vindi. Hákun Djurhuus og Terji Nielsen vísa í fyrilestrinum í Spinnarínum á, hvør grøna gongda leiðin nú er frameftir við støði í tí grøna undirstøði, sum longu er lagt á elorkuøkinum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking