1. oktober 2006 verður Elfelagið SEV 60 ár. Hendan dagin í 1946 stovnaðu 19 kommunur í Streymoynni, Eysturoynni og Vágum elfelagið, sum við forbókstavunum á hesum oyggjum var uppkallað: SEV.
Í sambandi við 60 ára dagin verður almenn móttøka á skrivstovu felagsins við Landavegin í Havn fríggjadagin 29. september frá kl. 15.00 til 17.00.
Fyrr um dagin hátíðarhalda umboðsnevndin og stýrið føðingardagin á Hotel Føroyum, har bókin, "Tíðarhvarv - við 60 áramótið hjá SEV", sum Arnstein Niclasen, verkfrøðingur og fyrrverandi stýrisformaður, hevur skrivað, verður løgd fram. Eitt rit, "Á ravmagnsslóðini", sum Jóan Pauli Joensen, professari hevur skrivað um ávirkanina, elmegin hevur havt á samfelagið og gerandisdagin hjá fólki, verður eisini lagt fram á føðingardagshaldinum hjá umboðsnevndini og stýrinum.
Harumframt verður ein filmur um SEV, sum fjølmiðlamenninir, Zacharias Hammer og Kári Durhuus, hava lagt til rættis, frumsýndur.
Leygardagin 7. oktober verður føðingardagurin hildin fyri starvsfólkum við maka á Hotel Føroyum.