Elfelagið SEV hevði eitt hall upp á slakar 58 mió. kr. í 2010.
Á ársaðalfundi á Hotel Føroyum seinnapartin varð roknskapurin fyri 2010 lagdur fram og góðkendur.
Rakstrarúrslitið gjørdist eitt hall upp á 57,8 mió. kr. ímóti einum avlopi upp á 9,3 mió. kr. í 2009.
Elprísurin og oljuprísurin órógvaðu mest
Upprunaliga fíggjarætlanin, ið varð samtykt í november 2009, vísti eitt rakstrarhall upp á 6,6 mió. kr. Men tá loyvi ikki fekst til ætlaðu príshækkingina upp á 8 oyru/kWh, varð endurskoðað fíggjarætlan samtykt á aðalfundi í apríl 2010.
Hon vísti eitt hall upp á 36,6 mió. kr.
Inntøkurnar í 2010 vóru 280,8 mió. kr. ella umleið 1 mió. kr. meira enn árið fyri, og 4,5 mió. kr. meira enn ásett í fíggjarætlanini. Elsølan, máld í kWh, var at kalla óbroytt í mun til árið fyri. Mestsum øll inntøkan hjás felagnum stavar frá elsølu.
Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, er altíð fastur fúsur á fundum hjá SEV.
Útreiðslurnar vóru áðrenn avskrivingar 282,9 mió. kr. ella 26 mió. kr. meira enn ásett í fíggjarætlanini.
Tað eru serstakliga oljuútreiðslurnar, ið hava økt um samlaðu útreiðslurnar. Meðal oljuprísirnir vóru munandi hægri í 2010 enn mett varð, tá tillagaða fíggjarætlanin varð samtykt í apríl í fjør.
20 mió. kr. hægri enn mett
Eftir ætlanini fór oljan at kosta SEV 106,5 mió. kr., men endaligi kostnaðurin var heilar 125,3 mió. kr. ella slakar 20 mió. kr. hægri!
Framleiðslan á oljuriknu elverkunum vaks 18,6 prosent, og tí ávirkar vøksturin í brúktu oljunøgdunum eisini útreiðslurnar nakað.
John P. Danielsen, deildarstjóri fyri fyrisitingina (næstuttast t.h.), sum leggur frá sær 1. juli, varð heiðraður við lógvabrestum á aðalfundinum í dag.
Aðrar rakstrarútreiðslur til tilfar og tænastuveitingar gjørdust einar 8 mió. kr. størri enn ásett í fíggjarætlanini. Meginparturin av muninum stavar frá óvæntaðum eyka umvælingarkostnaði í sambandi við høvuðsumvæling á Fossáverkinum í Vestmanna.
Samlaða avskrivingin í 2010 var umleið 55,7 mió. kr., og íløgurnar í materiella støðisogn vóru 76,7 mió. kr. Hetta eru 31,6 mió. minni enn ásett í fíggjarætlanini, men 4,9 mió. kr. meira enn árið fyri.
Munurin millum ætlan og framdar íløgur stavar fyri meginpartin frá, at íløguarbeiðini í vatn- og vindorku vóru sett í verk seinni enn ætlað, og at ein ætla íløga í vindorku ikki gjørdist veruleiki.
Sama hall í 2011
Um útlitini fyri 2011 sigur nevndin í SEV, at raksturin kanska fer at javnviga áðrenn avskrivingar. Men eftir avskrivingar verður talan um eitt munandi hall.
Inntøkan, sum fyri meginpartin byggir á selda elmegi og prísin fyri hesa, verður helst einar 39 mió. kr. hægri enn í 2010, orsakað av elpríshækking upp á 15 oyru/kWh.
Starvsfólk hjá SEV vóru eisini væl umboðað á ársaðalfundinum í dag.
Hinvegin verða rakstrarútreiðslurnar helst eisini munandi hægri. Serstakliga verður roknað við munandi hægri útreiðslum til olju enn í 2010.
Við støði í oljuprísstøðinum í fyrsta ársfjórðingi í 2011 kann roknast við, at oljuútreiðslurnar verða einar 140 mió. kr. ella einar 15 mió. kr. meira enn í 2010.
Sostatt kann roknast við eins stórum rakstrarhalli í ár sum í fjør.
Umboðini fyri ymsu kommunurnar verða skrásett við inngongdina til fundarhølið.
Einki gjaldførisavlop
Hetta merkir eisini, at uttan fleiri elpríshækkingar verður einki gjaldførisavlop frá rakstrinum. Sostatt verður ongin eginfígging til ætlaðu íløgurnar.
Harumframt verður neyðugt at lána pening til avdráttir av verandi lánum.
- Eitt úrslit við ongari eginfígging er ikki nøktandi, um SEV - umframt at gera íløgur í endurnýggingar á dieselverkunum og útbygging av netinum - eisini skal fremja íløgur í útbygging av varandi orkukeldum til tess at náa settu málunum í almenna veðurlagspolitikkinum, sigur nevndin í SEV m.a. í viðmerkingum sínum til roknskapin fyri 2010.
Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður, sigur, at fundur verður aftur við eigararnar í mai "um hvat ið er til ráða at taka", sum hann tekur til.
Roknskapurin, sum varð einmælt góðkendur, er til skjals á heimasíðuni undir SEV/Frágreiðingar/Ársfrágreiðingar.