SEV 32 mió. kr. í halli næsta ár hóast elpríshækking

Elpríshækkingin á nýggjárinum gevur SEV útivið 40 mió. kr. í meirinntøkum í 2011. Kortini roknar felagið við einum rakstrarhalli uppá 32 mió. kr. næsta ár.

Elfelagið SEV siglir í tungum sjógvi fíggjarliga í løtuni.

Felagið roknar við einum rakstrarhalli í ár uppá 52 mió. kr.

Og hóast elpríshækkingin á nýggjárinum gevur útivið 40 mió. kr. í meirinntøkum næsta ár, fer felagið í 2011 at hava eitt rakstrarhall uppá 32 mió. kr.

Oljuprísurin tyngir mest

Rakstrar-, fíggjar- og íløguætlanin fyri 2011 er í stóran mun merkt av gongdini í oljuprísum, stórum viðlíkahaldsarbeiðum, og støðugari elsølu við næstan ongum vøkstri í elnýtsluni.

Oljuútreiðslurnar eru nú áleið 40 % av øllum rakstrarútreiðslunum áðrenn avskrivingar. Tí hevur prísgongdin á olju stóra ávirkan á rakstrarúrslitið.

Tað eru stóru broytingarnar í oljuprísunum, sum saman við óbroyttum elprísum hava ført til 31 mió. kr. í halli í 2008, 9 mió. kr. í avlopi í 2009, og nú aftur í 2010 eitt stórt hall.

Nevndin í SEV sigur, at við verandi gongd í oljuprísum - og við atliti at tørvinum at útbyggja og endurnýggja bæði á linjuøkinum og í framleiðsluni - bendir alt á, at neyðugt verður við elpríshækkingum næst komandi árini fyri at fáa javnvág í raksturin.

Veðurlagspolitikkur landsins og høgu oljuprísirnir skunda undir útbygging av varandi orkukeldum. Elbrúkararnir fara í framtíðini at merkja hækkandi elprísir, orsakað av kostnaðarmiklum umleggingum til meira varandi orku. Hetta fer tó sum frálíður eisini at virka tálmandi uppá virknaðin av høgum og óstøðugum oljuprísum.

Inntøkur og útreiðslur

Sambært fíggjarætlanini verða inntøkurnar hjá SEV næsta ár mettar til 314,5 mió. kr. Roknað verður við eini samlaðari avroknaðari elsølu uppá 264 mió. kWh í 2011.

Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 287,4 mió. kr. Av hesum eru oljuútreiðslurnar 117,3 mió. kr., tilfar og tænastuveitingar 86,4 mió. kr. og lønarútreiðslur 65,3 mió. kr.

Fleiri býráðslimir úr Havn vóru millum áhoyrararnar á eykaaðalfundinum á Parnassinum í dag. F.v.: Sjúrður Olsen, Annfinn Brekkstein, Jákup Símun Simonsen og Jógvan Arge.

SEV ætlar at keypa vindorkuframleidda elmegi uppá uml. 7,2 mió. kWh fyri 2,9 mió. kr. frá sp/f Røkt í Vestmanna í 2011. Hædd er tikin fyri hesum orkukeypi í framleiðsluni á Sundsverkinum, og harvið sparing í oljuútreiðslum. Eisini er hædd tikin fyri, at vindorkan, sum SEV sjálvt framleiðir, verður 7,8 mió. kWh í 2011.

Rentuútreiðslur og avdráttir av lánum eru mett til uml. 35 mió. kr. tilsamans. Hesar útreiðslur fara at hækka komandi árini, so hvørt sum lánibyrðan veksur saman við útbyggingunum, sigur nevndin í SEV.

Avskrivingarnar eru settar til 60 mió. kr. út frá nýggjum avskrivingarprinsippum og út frá uppskrivaðum ognarvirðum pr. 01.01.2009, álagt av eftirlitsmyndugleikanum.

Íløgurnar 127 mió. kr.

Íløgurnar næsta ár eru settar til 127,3 mió. kr., harav 96,1 mió. kr. til framleiðsluvirkir og 16 mió. kr. til linjur, kaðalar og trafostøðir.

Av upphæddini til íløgur í framleiðsluvirkir eru avsettar 77 mió. kr. til Eiði 2 Suður og til triðju turbinuna á Eiðisverkinum. Hesi arbeiði vórðu sett í gerð í 2010.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking