Á fyrsta sinni eru 21 næmingar farnir í holt við bachelorútbúgvingina sum orku –og umhvørvisverkfrøðingar á Setrinum. Næmingarnir byrjaðu útbúgving sína í vikuni, og í gjár vóru teir og vitjaðu á SEV. Umframt, at næmingarnir sóu vindmyllurnar í Neshaga, vitjaðu teir eisini Eiði 2 suður-verkætlanina hjá SEV, Eiðisverkið og á Koblingsstøðini í Skálabotni.
Sum liður í útbúgvingini er avtalað, at seinni í heyst fara fólk frá SEV at hava ymiskar fyrilestrar fyri næmingunum um framleiðslu og umhvørvi, hvat føroysku elskipanini viðvíkur.
Á SEV heilsa vit útbúgvingini vælkomnari og ynskja teim 21 ungu kvinnunum og monnunum bestu eydnu við útbúgvingini.