SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Seoul fyrst við elbussum

Seoul fyrst við elbussum

Nýggju elbussarnir í Seoul koyra 83 kilometrar á einari løðing og kunnu løðast eftir 30 minuttum.

Myndugleikarnir í suðurkoreanska høvuðsstaðnum, Seoul, boðaðu um dagarnar frá, at teir hava tikið elbussar í nýtslu á Mt. Namsan-rutuni í býnum.

Hetta er sostatt fyrsta vinnuliga elbussrutan í heiminum, skrivar Teknisk Ukeblad.

Bussarnir eru bygdir í samstarvi við Hyundai Heavy Industries og Hankuk Fiber.

Teir eru 11,05 metrar langir og kunnu koyra upp til 83 kilometrar á einari løðing. Løðingin tekur bert ein hálvan tíma.

Hámarksferðin er 100 kilometrar/tíman, og motorurin er uppá 322 hk.

Battaríið er av litiumioneslagnum, og bussurin er sjálvandi útgjørdur við tøkni, sum endurvinnur orku frá bremsingum.

Lættari enn vanligir bussar

Bussurin er gjørdur úr kompositttilfari. Hetta minkar munandi um vektina sammett við bussar úr stáli.

Fimm av bussunum á Mt. Namsan-rutuni eru fyribils skiftir út við elbussar, men myndugleikarnir umhugsa at skifta allar 14 bussarnar.

Teir ætla eisini at útbyggja løðistøðina við tveimum nýggjum løðarum, soleiðis at teir verða fýra í tali.

Myndugleikarnir í Seoul miða eftir at hava 120.000 elektrisk akfør í býnum innan 2020. 50 prosent av øllum bussum og tokum, 10 prosent av persónbilunum og 1 prosent av lastbilunum og størri akførum skulu tá vera elrikin.

Umleið 10 miljónir fólk búgva í Seoul.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking