Send ein teldupost úr 10.000 metra hædd

Flogfelagið Norwegian er til reiðar at bjóða net- og mailatgongd í sínum flogførum.

Lat telduna upp, tá tú situr í flogfari í 10.000 metra hædd, og send ein mail ella far út á netið, júst sum tú gert heima ella á arbeiðnum.
Henda møguleika bjóðar Norwegian nú, og henda umsetta greinin úr Politiken er prógv um, at skipanin virkar. Hon varð mailað heim til redaktiónina úr setri 3A seinnapartin í gjár kl. 14.25 undir einum serligum túri yvir Danmark, sum Norwegian skipaði fyri til tess at vísa skipanina fram fyri fjølmiðlum og øðrum innbodnum gestum.
Norwegian hevur júst nú sett skipanina upp í tveimum flogførum, eitt aftrat fær hana í næstu viku, meðan wifi skuldi verið umborð á 11 flogførum fyri summarfrítíðina. Tilsamans 21 flogfør skulu hava skipanina umborð í ár, og restin av flotanum upp á íalt 55 flogfør skal hava wifi umborð í 2012.
- Vit eru fyrsta flogfelagið, ið kann bjóða hesa tænastu á flogferðum í Evropa, og vit vóna, at hetta fer at fáa upp aftur fleiri at flúgva við okkum, segði kt-stjórin í Norwegian, Hans Petter Aanby, tá skipanin varð víst fram undir stutta túrinum yvir Keypmannahavn seinnapartin í gjár.
Her er antennan, sum ger tað møguligt at senda teldupostar heim úr luftini.
Ikki dýrari enn á jørðini
Í byrjanini verður tað ókeypis at brúka wifi í flogførunum:
- Seinni fara vit møguliga at taka eitt gjald fyri tað, men okkara útgangsstøði er, at tað ikki skal vera dýrari enn at brúka alnótina á jørðini, sigur Hans Petter Aanby.
Hvussu hetta skal tulkast, vita vit ikki - tí wifi er ókeypis á mongum kaffistovum og matstovum, meðan gistingarhús taka upp til 100 krónur um tíman fyri netatgongd.
Atgongd til mail og internet í flogførum er tó ikki nakað spildurnýtt fyribrigdi. SAS og Lufthansa hava fyrr havt tilboð um hetta, og eftir ein steðg upp á tvey ár gera tey seg til reiðar til aftur at lata kundarnar fara á netið, meðan teir eru umborð á flogfarinum.
Í USA hava hópin av flogfeløgum tilboð um internet undir flúgvingini, men eftir øllum at døma hevur tað ikki fingið serliga stóra undirtøku - amerikanskir fjølmiðlar siga, at bert 10-20 prosent av ferðafólkunum brúka møguleikan.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking