Semjuskjal um bygnaðin á elorkuøkinum undirskrivað.
Í dag hava landsstýrismaðurin í orkumálum Magnus Rasmussen og samráðingarnevndin umboðandi kommunala geiran og eigarnar av SEV skrivað undir semju um bygnaðin á elorkuøkinum frameftir.
Samráðingarnevndin varð skipað á eykaaðalfundinum hjá SEV 26. november 2021 við tí endamáli at samráðast við landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um bygnaðin á elorkuøkinum.
Samráðingarnevndin var mannað við formanninum og næstformanninum í Kommunufelagum, Heðin Mortensen og Torbjørn Jacobsen, og av nevndarformanninum í SEV, Kára Johansen.
Við semjuni vóna partarnir at hava skapt neyðugu karmarnar um framtíðar útbygging av elorkuøkinum í Føroyum.
Semjan staðfestir, at lutafelagið SEV framhaldandi kemur at eiga, reka og hava kervisábyrgdina fyri føroysku elskipanini. Somuleiðis verður staðfest at orkumyndugleikin og lutafelagið SEV sum kervisábyrgdari skulu gera og semjast um tíðarfesta ætlan fyri útboð av verkum við varandi orku, soleiðis at útboðini og útbygging av elskipanini í framtíðini ganga hond í hond.
Tá ið orkumyndugleikin bjóðar út varandi orku, kann SEV framhaldandi luttaka í útboðnum, um hetta verður gjørt í sjálvstøðugum felag, sum hevur sjálvstøðuga nevnd og leiðslu uttan persónssamanfall við lutafelagið SEV. Lutafelagið SEV bindir seg í hesum sambandi til at tryggja fult gjøgnumskygni í sínum tænastum. Partarnir eru somuleiðis samdir um at kanna, hvussu ein marknaður í søluliðnum verður skipaður á ein einfaldan og ódýran hátt, sum stuðlar brúkarunum at velja varandi orkukeldur.
“Við hesi semjuni hava vit skapt fortreytir fyri, at orkumyndugleikin og lutafelagið SEV frameftir fara at samstarva væl og álitisfult. Orkumyndugleikin, sum leggur til rættis yvirskipaða orkupolitikkin, og lutafelagið SEV, sum hevur kervisábyrgdina, hava ymiskar leiklutir. Tað er tó altavgerandi, at partarnir hava forstáilsi fyri leiklutinum hjá hvørjum øðrum, soleiðis at myndugleikin, eigararnir av SEV og elbrúkarin kunnu vera fullvís í, at útbyggingar av føroyska elkervinum byggja á saklig og vælgrundað atlit, sum stuðla undir grøna orkuskiftið,” siga Heðin Mortensen, Torbjørn Jacobsen, Kári Johansen og Magnus Rasmussen.