Samráðingar um grøn sertifikat millum Norra og Svøríki eru farnar fram í fleiri ár, og fyri einum ári síðani komu londini ásamt um at seta slíka skipan í gildi frá og við 2012.
Á tíðindafundi í Stockhólmi við norsku og svensku olju- og orkumálaráðharrunum, Terja Riis-Johansen og Maud Olofsson, vórðu partar av skipanini lagdir fram, samstundis sum avtalan varð endaliga undirskrivað.
– Saman skulu Norra og Svøríki nú byggja út 26,4 TWh av varandi orku. Hetta svarar til tríggjar ferðir nýtsluna hjá Oslo, upplýsir orku- og umhvørvispolitiska talskvinnan hjá norska Arbeiðaraflokkinum, Eirin Sund, fyri Teknisk Ukeblad.
Fyrsta av sínum slagi
Avtalan millum Norra og Svøríki er tann fyrsta av sínum slagi í Evropa og gongur fyribils fram til 2020.
– Hetta eru bestu veðurlagstíðindini í langa tíð og tað týdningarmesta, ið hent er innan varandi orku í mong áratíggju, sigur dagligi leiðarin í norsku umhvørvisfylkingini ZERO, Einar Håndlykken.
Hann heldur, at ein felags grønur sertifikatmarknaður fer at elva til fleiri vindmyllur og skerja veðurlagsútlátið.
– Grøn sertifikat fara at gera, at tað fer at loysa seg og verður tryggari at gera íløgur í veðurlagsvinarliga orku, sigur hann.