Seks av tíggju elektronikktólum brúka ov nógv el í standby

Stór ES-verkætlan avdúkar, at enn vantar nógv í, áðrenn elektronikktólini lúka nýggju krøvini til standby-nýtslu.

Lítla reyða ljósið á sjónvarpi ella tónleikaanleggi tínum er eitt beinleiðis ávaringartekin um, at talan møguliga er um ovurnýtslu av streymi í mun til komandi krøvini til orkunýtsluna í standby í elektronikktólum.

Sambært eini nýggjari ES-kanning undir heitinum Selina, lúka útivið 60 prosent av elektronikktólunum á hillunum í dag ikki kravið um eina standbynýtslu á 0,5 w.

Kanningin, sum er gjørd í 12 ES-londum, vísir, at flatskíggjar liggja væl fyri, meðan tildømis spælitól, kopimaskinur og settopboksir liggja niðarliga við eini standbynýtslu, ið liggur langt omanfyri 0,5 watt.

Verður hugt at tølunum í mun til galdandi krøv, lúkar meira enn fjórða hvørt tól ikki standby-kravið á 1 watt, ið er galdandi normur frá 2010.

Verða 2010-tølini samanborin við tølini frá 2009, eru bert smávegis skerjingar farnar fram í tólunum, sum fara útum ES-krøvini, upplýsir ES-nevndin sambært ing.dk.

So stór er standby-nýtslan

Sambært nýggjum mátingum í uml. 1300 íbúðum í øllum ES er miðal elnýtslan til standby 305 kWh fyri hvørt húsarhald um árið. Hetta svarar til 11 prosent av samlaðu árligu elnýtsluni hjá hvørjum húsarhaldi.

Standby-nýtslan í øllum húsarhaldum í teimum 27 ES-londunum er umleið 43 TWh um árið og hevur við sær eitt CO2-útlát uppá uml. 19 miljónir tons um árið. Bara til kt-útgerð verður standby-nýtslan mett at vera uml. 9 TWh.

Sambært altjóð orkustovninum IEA verður roknað við, at 15 prosent av samlaðu elnýtsluni í Evropa í 2030 til tól, stava frá standby-nýtslu.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking