Í gjár byrjaði SEV at taka seinastu VESTAS vindmylluna niður í Neshaga. Í gjár byrjaði SEV at taka seinastu VESTAS vindmylluna niður í Neshaga. Ætlanin var at taka alla vindmylluna niður í gjár, men seinrapartin vaks vindurin so mikið nógv, at ráðiligt var ikki at halda fram við arbeiðinum. Veingirnir og maskinhúsið eru tikin niður, eftir stendur bert tornið. Hetta verður tikið niður, so skjótt veðrið batnar.
Kranin, ið brúktur verður til hetta arbeiðið, kom við NORRØNU í gjáramorgun og skal annars brúkast til at seta tær fimm ENERCON vindmyllurnar upp í Neshaga. Tað arbeiðið byrjaði eisini í gjáramorgun.