Økingin hendir samstundis við, at árligu viðlíkahaldini á oljureinsiverkunum kring heimin eru um at vera liðug. Hetta merkir vanliga ein vøkstur í eftirspurninginum frá reinsiverkunum.

Oljuprísirnir í ár hava verið óvanliga høgir søguliga sæð. Millum annað sum avleiðing av ófriðinum í Miðeystri og Norðurafrika.Borgarakríggið í Libya hevur lækkað landsins dagframleiðslu til umleið 250.000 tunnur úr umleið 1,6 miljónir tunnum, áðrenn uppreisturin ímóti libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi, tók seg upp.

Ein gongd, sum Saudi Arabia fyrr í ár royndi at byrgja upp fyri við við at skrúva upp fyri oljukranunum. 

- Saudiararnir økja aftur sína framleiðslu. Lutvíst tí orkunýtslan í landinum veksur um summarið, men eisini orsakað av einum øktum eftirspurningi frá reinsiverkunum, sigur ein embætismaður, sum vil vera ónevndur, við Financial Times. 

Blaðið skrivar, at við seinastu økingini er dagliga framleiðslan hjá Saudi Arabia uppi á meiri enn níggju miljónum tunnur fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í 2008. 

OPEC-londini, sum sita á umleið 40 prosentum av heimsins oljuframleiðslu, fara væntandi á fundi sínum í Wien í dag at viðgera eitt uppskot um eina generella øking av framleiðsluni. 

Mánadagin fall prísurin á eini tunnu av Norðsjóvarolju 1,60 dollarar til 114,25 dollarar.