Saudi Arabia ætlar at byggja 16 kjarnorkuverk

Skulu standa fyri 20 prosentum av allari orkuframleiðslu í 2030.

Saudi Arabia hevur ætlanir um at byggja 16 kjarnorkuverk næstu tíggju árini, skrivar dagblaðið Arab News.

Tveir teir fyrstu reaktorarnir verða klárir at taka í brúk í 2021, sigur Abdul Ghani bin Melaibari í King Abdullah City for Atomic and Renewable Energy við Arab News.

Innan 2030 verða 16 reaktorar í rakstri, leggur bin Melaibari aftrat.

38 mia. x 16

Hann væntar, at hvør reaktorur fer at kosta umleið 38 miljardir krónur. Málið er, at kjarnorka skal standa fyri 20 prosentum av orkuframleiðsluni í Saudi Arabia.

Mett verður, at orkueftirspurningurin í Saudi Arabia fer at vaksa 7–8 prosent næstu tíggju árini.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking