Íbúgvarnir í San Francisco í Kalifornia fara skjótt at kunna preia ein elektriskan hýruvogn.
Elbilafyritøkan Better Place, sum millum annað veitir battarí og battarískiftistøðir til elbilar, hevur gjørt eina avtalu við teir báðar býirnar San Francisco og San Jose á amerikonsku vesturstrondini.
Avtalan ber í sær, at Better Place næstu trý árini skal byggja og reka fýra battarískiftistøðir, har íalt 61 elektriskir bilar kunnu fáa skift eitt flatt battarí út við eitt nýtt. Við teimum fýra battarístøðunum skulu hýruvognarnir kunna flyta vesturamerikanarar fram og aftur millum teir báðar býirnar uttan vanda fyri at koma í uppisetur við streymi.
Ongin bíðitíð
Konseptið hjá Better Place við el-hýruvognum er, at bilarnir koyra inn á eina støð og fáa skift avlødda battaríið út við eitt fullløtt. Á henda hátt sleppa bilarnir undan at bíða eftir, at battaríið verður løtt.
Royndaravtalan skal slóða fyri, at vesturamerikanarar sum frálíður kunnu fáa umhvørvisvinarligar el-hýruvognar í stórum tali.
El-hýruvognstiltakið í Kalifornia er higartil størsta av sínum slagi, men ikki tað fyrsta. Í 2009 gjørdi Better Place eina líknandi roynd í gøtunum í japanska høvuðsstaðnum Tokyo, sum umfataði fýra elriknar hýruvognar. Tað eru royndirnar haðani, sum Better Place ætlar at brúka í Kalifornia.
Better Place er ein amerikonsk fyritøka, sum m.a. virkar í Avstralia, Ísrael og Danmark. Fleiri danskar kommunur hava longu gjørt avtalur við Better Place um at seta upp løðistandarar til elektriskar bilar.