Samstarv um varandi orkuna!

Tað var eitt samt Løgting, sum samtykti at útlátið av veðurlagsgassum skuldi skerjast við 20 % til ár 2020. SEV hevur síðan at veðurlagspolitikkurin varð samtyktur, lagt seg eftir at menna elorkuna frá varandi orkukeldum.

Tað var eitt samt Løgting, sum samtykti at útlátið av veðurlagsgassum skuldi skerjast við 20 % til ár 2020. SEV hevur síðan at veðurlagspolitikkurin varð samtyktur, lagt seg eftir at menna elorkuna frá varandi orkukeldum.  Ítøkiliga merkja áleggingarnar í veðurlagspolitikkinum at SEV skal fara frá at framleiða 35% úr varandi orku í 2010, til 75 % úr varandi orku í 2020.

Kostnaðurin av at náa málinum

Um hesin setningur skal náast, so viðførir tað útbyggingar í net og framleiðsluvirkir fyri millum 2 og 2,5 mia.kr.  Í inniverandi ári hevur SEV bjóðað uppá vindútboðið, sum Elveitingareftirlitið umsitur. Kostnaður áleið 20 mió.kr. Harafturat er Eiði-2, suður, sett í verk. Kostnaður 250 mió.kr. Í 2011 fer SEV at kanna møguleikan fyri samstarvi við Røkt um pumpuskipan í Vestmanna, og at fyrireika eina stóra vindmyllu- og løðistøð í Húsahaga, norðanfyri Havnina.

Hesar ætlanir samanhildnar við einum nógv hækkandi oljuprísi, hava viðført krøv um hækkandi elprísir. SEV hevur fingið góðkenning frá Elveitingareftirlitinum og aðalfundi SEV, um at hækka elprísin í 2011. Nevndin í SEV hevur ikki gjørt av at søkja um at hækka elprísirnar í 2012 og 2013. Avgerðin um hesa støðutakan er í hondum okkara, sum skulu gera uppskot um langtíðar íløguætlanina. Verandi langtíðarætlan, varð sett út í kortið av undanfarna umboðsráð og stýrið. Hóast tað er væl gjøgnumarbeitt tilfar, so er eftirmeting og endurskoðan neyðug. Evsta valdið í mun til hvørjar elprísir vit hava í Føroyum, er almenni stovnurin Elveitingareftirlitið.

Oljan leggur trýst á

Í fíggjarætlanini hjá SEV fyri 2011, fara u.l. 40% til oljukeyp. Tað er ómetaliga trupult at hava so stórar og ótryggar útreiðslupostar í eini fíggjarætlan hjá einari fyritøku, sum í stóran mun er bundin í sínum virksemi av lógarásetingum. Herundir veitingarskyldu og prísáseting sum landið gjøgnum lóggávu varðar av. Eitt uppskot kundi verið at partur av elprísinum fylgdi oljuprísinum, um hesin nú for upp ella niður.

Hvør eigur uppgávuna? 

Tað tykist nú sum at fleiri røddir eru ivasamar, um tað er rætt at fíggja hesar stóru áleggingar í veðurlagspolitikkum, við beinleiðis brúkaragjøldum.  T.v.s. við hækkandi el-prísum. Ein av hesum er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.

Orkupolitikkurin hjá Tórshavnar Kommunu hevur hettar orðaljóð:

Tórshavnar kommuna er ein av eigarunum av elfelagnum SEV, ið hevur ásannað, hvussu tann stóra nýtslan av fossilum brennievnum kann hótta mannaættina. Felagið arbeiðir tí miðvíst við at grundað so stóran part av elframleiðsluni, sum tilber, á varandi orkukeldur. Ein munandi partur av framleiðsluni stavar longu frá vatnmegi og vindi, og stórar íløgur verða gjørdar fyri at økja hendan partin enn meira. SEV er eisini við í verkætlanum, sum miða eftir at fáa megi úr bæði alduorku og sjóvarfalli. SEV samstarvar harafturat við danska orkufelagið DONG um ætlanir um at gera Føroyar til royndarland fyri verkætlanir, sum miða eftir størri brúki av varandi orkukeldum, og sum mótvirka útleiðing av vakstrarhúsgassum.”

Samstarv er leiðin framá

Vit eiga ikki at leita eftir syndabukkum, um ivi er um, hvussu áleggingarnar í veðurlagspolitikkinum skulu loysast framyvir. Hinvegin so eiga partarnir ið vara av uppgávuni, nevnd í SEV, kommunur og land, við ábyrgd móti veðurlagspolitikkinum, og við virðing fyri hvør øðrum,  at sessast saman og seta út í kortið fyri framtíðina.

Nevndin í SEV fer við opnum sinni, í byrjanini av nýggja árinum, til verka í eini tilgongd, hvørs úrslit kemur at gera av, hvør eigur hvønn leiklut í at lyfta uppgávurnar í samtykta veðurlagspolitikkinum. Um úrslitið verður at onnur enn SEV, við harav hækkandi elprísum, skulu fremja neyðugu útbyggingarnar innan varandi orkuna, er tað ein støða sum nevndin í SEV tekur til eftirtektar. Higartil eru ikki nógv onnur sum hava bjóðað seg fram at útvega peningin, sum áleggingarnar í veðurlagspolitikki Føroya viðføra.

Tað átti ikki at verið munur á at samtykkja lógir, og at útinna tær. Tí føgur orð eru vakrast í verki.

Við nýggjárskvøðu

Vegna nevndina í SEV

Páll á Reynatúgvu, formaður

  


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking