Samstarv er vegurin fram á eløkinum

Landsmyndugleikarnir fáa yvirskipaðu ábyrgdina av eløkinum, men ætlanin við lógaruppskotinum skal fremjast í samstarvi millum lands- og kommunumyndugleikar. Tað stendur í uppskotinum um elveitingarlóg, sum eisini staðfestir, at SEV er ein myndugleiki

SEV tekur undir við yvirskipaða málinum í einum broyttum uppskoti um elveitingarlóg, eftir at SEV, Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya hava havt samskifti við Vinnumálaráðið um fyrra uppskotið um lóg á elveitingarøkinum, sum Vinnumálaráðið hevði greitt úr hondum.

Formansskapurin í stýrinum og umboðsnevndarformaðurin hjá SEV hava sagt Vinnumálaráðnum frá, at teir taka undir við yvirskipaða málinum í broytta uppskotinum, eins og umboðsnevndin gav til kennar á eyka umboðsnevndarfundi herfyri. Sambært uppskotinum verða mest umfatandi broytingarnar:

-At landsstýrið fær yvirskipaðu ábyrgdina av eløkinum.
-At møguleiki verður fyri fleiri elframleiðarum fyrst og fremst á vindorkuøkinum.
-At orkuframleiðsla úr varandi orkukeldum so sum úr vatni, vindi o.ø. verður økt.
-At prísurin fyri ravmagn ikki er hægri enn neyðugt við fyriliti fyri veitingartrygd, umhvørvi og øðrum tænastum og skyldum, sum samfelagið hevur mótvegis borgarunum.

Hetta seinna uppskotið tykist frægari at liva við hjá SEV og eigarunum, sum eru kommunurnar. Men tá talan er um eina rammulóg, sum skal útinnast við nógvum ásetingum, sum landstýrismaðurin eftir lógaruppskotinum hevur heimild at gera, so kann einki við vissu sigast um, hvørja ávirkan lógin fær fyri SEV – bæði tá tað snýr seg um dagliga raksturin og framtíðar bygnaðin – fyrr enn nevndu ásetingar eru gjørdar.


Í viðmerkingunum til broytta lógaruppskotið skrivar Vinnumálaráðið, at ”Broyttu orðingarnar hava tikið støði í tí staðfesting, at SEV verður roknað sum ein myndugleiki, og at kommunurnar eru eigarar av SEV, og at ætlanin við lógaruppskotinum skal fremjast í samstarvi millum lands- og kommunumyndugleikar.”


SEV tekur undir við hesum sjónarmiði og fer at leggja dent á, at besta úrslitið fæst í samstarvi millum partarnar. SEV tekur sjálvsagt undir við, at yvirskipaði orkupolitikkurin, herundir yvirskipaða endamálið við elveitingarlógin, er ábyrgd hjá landsmyndugleikunum.

Bjarni Djurholm landsstýrismaður í vinnumálum hevur borið uppskotið í løgtingið.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking