Russland fer at leggja fram eina ætlan um betring av trygdini á heimsins kjarnorkuverkum á G8-toppfundinum í mai, upplýsir Dmitrij Medvedev forseti.
Medvedev kunngjørdi hetta í dag, á 25-ára degnum fyri Tsjernobyl-vanlukkuni.
Ítøkilig átøk
– Russland fer á G8-fundinum at royna at fáa undirtøku fyri einum uppskoti, ið inniheldur ítøkilig átøk um økta trygd á kjarnorkuverkum, sigur Medvedev í fráboðanini.
– Tey fara millum annað at snúgva seg um at geva londum, sum brúka kjarnorku, størri ábyrgd, verður sagt í fráboðanini.