Russari framleiðir hybrid-elbil við ongum battaríum

Ein nýggjur elbilur, drivin av einum brennimotori við jarðgassi og bensini, er á veg í Russlandi. Bilurin hevur ongi battarí.

Ein nýggjur og heilt øðrvísi samansettur elbilur er á veg í Russlandi.

Hann hevur ongi battarí at dríva báðu elektrisku motorar sínar við.

Ístaðin hevur hann ein lítlan brennimotor, sum bæði kann koyra á jarðgassi og á bensini.

Motorurin skal koyra at kalla allatíðina og við einum optimalum snúningstali, og hann skal dríva elgeneratorin, ið gevur streym til elmotorarnar, skrivar ing.dk.

Talan er nøkulunda um sama prinsipp sum tok og skip við dieselektriskari framdrift.

Saman við generatorinum er tó eitt tyssi av kondensatorum, sum kunnu halda eini avmarkaðari mongd av orku til acceleratiónir.

Kann koyra slakar 1100 km

Teir 40 verkfrøðingarnir, ið hava sniðskapt bilin, halda, at hann fer at kunna koyra 67 miles/gallon (28,5 km/l), millum annað tí at hann er lættari enn vanligir bilar.

Koyrilongdin hjá bilinum verður 680 miles (1.094 km), um báðir tangar eru fyltir við bensini og jarðgassi.

Ein prototýpa av bilinum varð avdúkað í gjár fyri altjóða fjølmiðlum í Moskva. Fyrstu bilarnir verða ætlandi søluklárir í Russlandi miðskeiðis í 2012, og teir fara at kosta umleið 14.500 dollarar (81.490 krónur).

Tað er russiski miljarderurin, Mikhail D. Prokhorov, ið setur nakrar av sparipengum sínum uppá spæl til tess at gagna umhvørvinum við hesum bilinum, sum hann kallar Yo.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking