Komandi vikuskifti verður Ljósfest í Vági og í tí sambandi skipar Sev fyri rundvísing á Vágsverkinum leygardagin.
Vitjandi sleppa at síggja m.a. gomlu turbinurnar úr elverkinum í Botni. Á skránni verður eisini drekkamuður og tónleikur við Mariu R. á Heygum og Ronnie Nielsen.
Hetta er fjórða árið á rað, at Vágs Kommuna skipar fyri Ljósfest. Heitið stavar frá 1921, tá vágbingar hátíðarhildu at fyrsta elverkið í Føroyum varð tikið í nýtslu og streymur kom til Vágs. Í 2021 avgjørdi kommunan at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá elverkinum í Botni og síðani tá hevur Ljósfest verið eitt árligt tiltak í Vági.
Sev hevur luttikið fyrr við at hava m.a. opið á savninum í Botni. Tað ber ikki til í ár vegna umvælingararbeiði á elverkinum. Í staðin verður tiltakið á Vágsverkinum.
Rundvísingin verður leygardagin 17. august kl. 13:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.