Fyri stuttum fekk SEV framleiðsluloyvi til 3 nýggjar vindmyllur á Eystnesi
Royndarkoyring av nýggju vindmyllunum í Neshaga
09-11-2012
Fyri stuttum fekk SEV framleiðsluloyvi til 3 nýggjar vindmyllur á Eystnesi
Fyri stuttum fekk SEV framleiðsluloyvi til 3 nýggjar vindmyllur á Eystnesi. Vit gjørdu sáttmála við Enercon um keyp av trimum E-44 900 kW myllum.
Harumframt vórðu tvær sama slag myllur bílagdar til endurbygging fyri tær báðar, ið fórust í vetur. Triðja Vestas myllan er niðurtikin og liggur á goymslu í løtuni.
Sostatt hava vit nú 5 nýggjar Enercon vindmyllur á 900 kW, og ta elstu vindmylluna sum er ein Nordtank vindmylla á 150 kW, ið varð sett í rakstur í 1993.
Væntandi verður tann fyrsta av nýggju myllunum royndarkoyrd seinnapartin í dag. Hinar vindmyllurnar verða royndarkoyrdar, so hvørt tær eru klárar. Royndarkoyringin av øllum 5 vindmyllunum fer fram til 23. november 2012, tá ið tær alment verða settar í rakstur.