Fyri fyrstu ferð verður ein synkronkompensator royndarkoyrdur á netinum hjá SEV. Hetta fer fram í Suðuroy, har fólk hjá SEV og veitaranum ABB royndarkoyra synkronkompensatorin á koblingarstøðini í Heiðunum í Porkeri.
Synkronkompensatorin er partur av vindorkuverkætlanini í Suðuroy, sum umframt vindmyllurnar eisini fevnir um neyðuga stuðlandi tøkni, t.e. synkronkompensator og battarískipan v.m., sum vera við til at tryggja elveitingina og støðufestið í Suðuroy, nú útbygt verður við óstøðugari vindorku.
Vindorka er óstøðug orka. Um bara vindorka var á netinum, hevði elgóðskan ikki livað upp til altjóða krøv, og heldur ikki hevði verið møguligt, í dag, at tryggja eina støðuga elveiting. Óstøðuga vindorkan hevur ikki somu stabiliserandi eginleikar, sum eitt nú vatn- og dieselorkuverkini hava. Í Suðuroy er tí í løuni neyðugt at hava motorar koyrandi á Vágsverkinum samstundis sum vindmyllurnar framleiða elorku. Hetta fyri at kunna lofta beinanvegin, um vindurin brádliga minkar ella tekur til, soleiðis at streymveitingin ikki verður ávirkað av hesum knøppu broytingum.
Í framtíðini – heilt skjótt – fara synkronkompensatorin og battarískipanin at kunna gera hetta arbeiðið fyri motorarnar, soleiðis at streymveitingin er trygg, tó at stórur partur av orkuni kemur frá vindmyllunum.
Tøkniliga eru eginleikarnir teir, at battarískipanin kemur við reguleringskraft og ’rullandi’ eykamátti, meðan synkronkompensatorin kemur við trekleika (inerti) og kortslutningseffekt. Bæði skulu til, fyri at tryggja elgóðskuna og støðufestið.
”Royndarkoyringin hevur gjngið væl”, sigur Eirikur Norðberg, verkætlanarleiðari hjá SEV; ”onkrar smávegis avbjóðingar hava verið, men ikki nakað av serligum týdningi, og vit vænta at fáa synkronkompensatorin í regluligan rakstur í mars.”