Royna at umvæla Sandoyarkaðalin

Kaðalskipið Nautilus Maxi ger í dag eina roynd at umvæla kaðalin, sum bindur Sandoynna í meginøkið

Í dag verður gjørd ein roynd at umvæla kaðalin, sum bindur Sandoynna í meginøkið hjá SEV. Brek var staðfest á kaðlinum millum Kirkjubø og Skopun í februar í ár, og síðani hevur SEV brúkt gamla oljurikna elverkið í Skopun til streymveitingina í Sandoynni.

Tað er ov kostnaðarmikið at halda fram við oljuverkinum í Skopun, sum seinnu árini bert hevur verið brúkt í neyðstøðum, og tí verður roynt at umvæla sjókaðalin. Um hetta ikki eydnast, verður neyðugt at leggja ein nýggjan kaðal um Skopunarfjørð, tí tað harumframt eisini fæst ein reinari framleiðsa burturúr at veita Sandoynni streym frá vindmyllum og vatnorkuverkunum á meginøkinum.

Tað tekur helst eitt gott samdøgur at umvæla kaðalin, um tað ber til at umvæla hann. Nautilus Maxi kom til Føroya fyri eini viku síðani at leggja ein 60 kV kaðal um Tangafjørð - ímillum Raktanga og Kallanes. Tann kaðalin er partur av nýggja 60 kV sambandinum millum Sund og Skálabotn, ið kann metast sum ein eyka pulsæðr á elnetinum, tí tað verður munandi lættari at flyta elorkuna runt á netinum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking