Rokningin fyri varandi orku eigur ikki bert at hanga á brúkarunum

Áhugafelagið há donsku elfeløgunum, Dansk Energi, mælir til, at onnur enn vanligu kundarnir vera við til at rinda prísin fyri varandi orku.

Dansk Energi heldur, at stundin er komin at seta punktum fyri, at tað bert er umvegis elrokningina, at gjaldast skal fyri meiri varandi orku.

Sum støðan er í dag, eru tað bert elkundarnir, ið rinda fyri hetta.

Grøna umleggingin av donsku orkuskipanini krevur nógv meiri vindorku og biomassa bæði í elveitingini og hitaveitingini og eisini í framtíðar bilunum.

Dansk Energi heldur, at rokningin fyri meiri varandi orku ikki bert eigur at hanga á brúkarunum:

Fleiri um at gjalda rokningina

- Tí mæla vit til, at skipanin í dag kemur at fevna um øll orkusløg, so fleiri vera um at gjalda rokningina, sigur Anders Stouge, varastjóri í Dansk Energi, sambært heimasíðu felagsins.

Uppskotið hjá Dansk Energi ber m.a. í sær, at útreiðslurnar hjá ídnaðarfyritøkunum verða fimm prosent minni enn ætlanirnar, sum stjórnin og andstøðan hava lagt fram, vísir ein útrokning av uppskotinum fyri eina meðal ídnaðarfyritøku.

- Tað er sera umráðandi, at vit syrgja fyri at avmarka útreiðslurnar hjá ídnaðinum í sambandi við grønu umleggingina, sigur Anders Stouge.

Sum heild fær uppskotið jaliga undirtøku frá politikarunum, og Lykke Friis, veðurlags- og orkumálaráðharri, sigur sambært Børsen, at hon "er opin" fyri uppskotinum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking