Røkt fekk tilboð á jøvnum føti við aðrar

Røkt fekk tilboð á jøvnum føti við aðrar
Røkt var ein av trimum, sum bjóðaðu upp á eina gamla Vestas-myllu hjá SEV í Neshaga. Tilboðið frá einari danskari fyritøku var væl hægri enn tilboðið frá Røkt, so sjálvandi tók SEV av besta prísinum

Tá SEV herfyri skuldi selja eina av gomlu Vestas-myllunum í Neshaga, tryggjaði SEV sær, at Røkt, sum framvegis brúkar Vestas-myllur, eisini fekk mylluna í boði á jøvnum føti við aðrar.

Trý boð komu upp á mylluna, og tað stutta av tí langa er, at boðið frá Røkt var væl lægri enn boðið frá einari danskari fyritøku.  Tískil seldi SEV sjálvandi mylluna til donsku fyritøkuna. SEV javnsetti allar tríggjar møguligar keyparar í einari sølutilgongd, so allir fingu somu viðgerð, og SEV skuldi sjálvsagt vegna sínar eigarar, sum ígjøgnum kommunurnar eru allir føroyingar, royna at fáa sum mest fyri mylluna.

Í grein á Portal.fo herfyri, sum var endurgivin á Vágaportalinum, rør stjórin í Røkt, Jóhan Niðristovu, framundir, at SEV gjørdi tilgongdina truplari enn neyðugt, tá elfelagið valdi at selja mylluna til donsku fyritøkuna, sum síðani seldi hana víðari til Røkt.

Í hesum sambandi er neyðugt at rættleiða og staðfesta, at Røkt fekk somu viðgerð sum hinir, ið bjóðaðu, og at SEV vegna sínar eigarar tók av besta prísinum. Tá Røkt síðani hevur keypt partar av somu mylluni aftur frá danska keyparanum, kann tað bera boð um, at Røkt hevði væntað sær at fingið mylluna bíligari frá Føroya fólki, sum eigur elfelagið. SEV er av teirri áskoðan, at Røkt noyðist at ganga undir somu spælireglur sum onnur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking