Risastór vindmylluætlan í umbúnað í Danmark

Ein av heimsins størstu sjóvindmyllulundum skal byggjast út fyri oynni Møn.

Ein av heimsins størstu sjóvindmyllulundum skal byggjast út fyri oynni Møn í Danmark, einar 20 kilometrar úr landi.
Tað avdúkar Lykke Friis, umhvørvismálaráðharri, fyri TV 2|Nyhederne.
Risastóra myllulundin undir navninum Kriegers Flak telur umleið 200 risastórar myllur. Og hon skal veita meiri enn eini hálvari miljón húsarhaldum grøna orku.
- Fyrimunurin við Kriegers Flak er, at vit fáa skift kol, olju og gass út við varandi orku, sjóvindi, sigur Lykke Friis við TV 2|Nyhederne.
- Serfrøðingar hava eisini víst á, at rættiliga nógvur vindur er á hesi leiðini.
Umhvørvisfólk ikki fegin
Martin Vestergård, sum er lívfrøðingur og formaður í lokala Náttúrufriðingarfelagnum, er ikki serliga fegin um avgerðina.
- Eg stúri fyri, at myllurnar fara at oyðileggja útsýnið og umstøðurnar hjá fuglunum har á leiðini, sigur hann við TV2|Nyhederne.
- Mær dámar væl myllur og grøna orku, men sum flest onnur vil eg ikki hava tær í mínum egna bakgarði, sigur hann.
Ælanin er at byggja 150-200 metrar høgar vindmyllur. Og sjómyllulundin kann geva arbeiði til 10.000 danir um árið, til hon stendur liðug í 2017.
Útflutningur av streyminum
Streymurin kann sendast til fleiri lond, bæði Danmarkar, Týsklands og kanska Svøríkis.
- Hetta er týdningarmikil liður í stremban okkara allatíðina at vera á odda á hesum øki, sigur Lars Aagaard, sum er stjóri í Dansk Energi, við TV 2|Nyhederne.
Sjómyllulundin, sum ætlandi fer at kosta millum 15 og 20 miljardir krónur, verður nú boðin út.
Sjóvindmyllulundin er partur av orkuætlanini hjá donsku stjórnini, ið ætlandi verður løgd fram í hesum mánaðinum.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking