Reytt kort til kjarnorku elvir til prísskelk

Púra órealistiskt at siga farvæl til kjarnorku næstu áratíggjuni. Hevði elvt til ovurhonds stórar príshækkingar.

Tað er púra órealistiskt, at skandinavisku londini høvdu klárað seg uttan kjarnorku frá einum degi til annan.

Hetta eru orkuserfrøðingar á einum máli um, skrivar Berlingske Business, eftir at syndarligu hendingarnar í Japan fyrr í vikuni fingu fleiri lond í Evropa - við Týsklandi á odda - at hála í kjarnorkuneyðbremsuna.

Á felags skandinaviska elmarknaðinum Nord Pool kemur ein fjórðingur av ravmagninum frá kjarnorkuverkum, og tí hevði ein avgerð um at lata verkini aftur við stuttari ávaring elvt til tað, sum orkuserfrøðingar skýra "ræðuligar príshækkingar."

Príshækkingar, sum helst høvdu farið uppum methøgu elprísirnar, sum danir upplivdu í nakrar tímar 7. oktober 2010. Tá hevði eitt frammanundan fráboðað viðlíkahald á fleiri kjarnorkuverkum í Svøríki við sær hægstu elprísir í Danmark nakrantíð. Hesar tímarnar rindaðu donsku el-kundarnir umleið 15 krónur fyri ein kilowatttíma - har miðal elprísurin vanliga er umleið 35 oyru fyri kilowatttíman uttan avgjøld.

- Vit høvdu fingið ein rættiligan prísskelk, vórðu svensku og finsku kjarnorkuverkini tikin úr rakstri frá einum degi til annan. Vit hava snøgt sagt ikki møguleika, við stuttari ávaring, at útvega so stórar nøgdir av streymi frá øðrum keldum, og hetta hevði trýst prísirnar upp á eitt óhoyrt stig. Samstundis hevði hetta elvt til stórar tekniskar trupulleikar vegna vantandi stabilitet á netinum, og tað hevði helst havt við sær eltrot fleiristaðni, sigur Lars Aagaard, stjóri í Dansk Energi.

Týsk verk afturlatin

Í Týsklandi gjørdi stjórnin av í fyrradagin fyribils at lata sjey eldri kjarnorkuverk aftur, samstundis sum ein ætlað leinging av livitíðini hjá teimum 17 týsku kjarnorkuverkunum varð útsett. Týskland fer tó ikki at fáa nærtil so stórar príshækkingar sum Skandinavia, tí tey sjey afturlatnu verkini bert framleiða ein lítlan part av samlaðu týsku orkuframleiðsluni.

At avtaka kjarnorkuna í Evropa - ella bara í Skandinavia - er sambært serfrøðingum ein risastór avbjóðing.  Bert tey skandinavisku kjarnorkuverkini skulu avloysast av ikki minni enn 30.000 MW frálandamyllum, vísa fyribils útrokningar.

Tískil er metingin, at ein møgulig útfasing av kjarnorkuni fer at taka í minsta lagi 40 ár, skal hetta gerast pínuleyst.

- Tað finnast rætt og slætt ongi støðug og álítandi alternativ í løtuni. Ístaðin høvdu vit verið noydd at útbygt kolorkuverkini munandi, um kjarnorkan fekk reyða kortið, og tað er onki serliga gott alternativ. Í besta føri kundu kolorkuverk við CO2-goymslu verið bygd, men hetta er ikki roynt áður og hevði verið sera kostnaðarmikið, sigur Lars Aagaard.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking