Nógva avfallið, sum seinastu vikuna millum annað hevur elvt til nógvar vatnskaðar á eysturlandinum í Norra, hevur ikki bara verið av tí ónda.
Frá 6. juni til í gjár eru vatngoymslurnar øktar við 11 terawatttímum (TWh), upplýsir norska elveitingareftirlitið NVE fyri Dagens Næringsliv.
Hetta er nýtt vikumet og svarar til ikki minni enn 10 prosent av árligu vatnnøgdini.
- Við dagsins prísum upp á 40 oyru fyri kilowatttíman hevur hetta eitt virði upp á 400 miljónir norskar krónur fyri hvønn terawatttíma, sigur Erik Homqvist, vatnfrøðingur í NVE, við DN.
4,4 mia. kr.
Við øðrum orðum: Avfallið seinastu vikuna kann geva orku fyri 4,4 miljardir norskar krónur!
- Stóra tilgongdin av vatni fer helst at bera í sær, at Norra aftur kann útflyta vatnorku til útlandið, sigur Holmqvist.
Nógva avfallið hevði við sær, at streymprísurin hjá Nord Pool Spot (norðurlendska ravmagnsskálanum) fall úr umleið 42 til 38 oyru frá fríggjadegnum til sunnudagin.