Ráðstevna um at goyma óstøðuga orku í vatni

Spennandi ráðstevna, sum setir goymslu av vindorku í miðdepilin, verður í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin.

Norðurlandahúsið er í hesum døgum karmur um eina spennandi norðurlendska ráðstevnu, sum varpar ljós á umstøðurnar og møguleikarnar fyri at stabilisera og goyma vind- og aðra óstøðuga varandi orku í vatni - eisini rópt "pumped storage".

Í mongum smáum samfeløgum er atgongdin til varandi orkukeldur avmarkað, og henda orkan kann haraftrat vera óstøðug og hava lutfalsliga lágt miðalvirði.

Vatngoymslurnar geva tann so nógv eftirspurda møguleikan fyri at regulera orkuveitingina til nýtslutørvin.

Nógv fjarskotin samfeløg hava ikki atgongd til samanhangandi veitingar- og flutningsskipanir. Tey eru tí bundin av at fáa orku tilflutta ella at hava góðar orkugoymslur. Tí er goymsla av orku eitt stórt og týdningarmikið evni, sama um orkuveitingarskipanin er lítil ella stór.

Minka oljunýtsluna

Føroyar eru farnar undir eina miðvísa gongd at minka um oljunýtsluan. Hetta krevur ein munandi vøkstur í elframleiðsluni úr varandi orkukeldum.

Í Føroyum er í høvuðsheitum talan um vatn og vind, sum tó í sær sjálvum hava avmarkingar. Pumpuskipanir, sum knýta vind- og vatnorku saman, kunnu røkka væl út um hesar avmarkingar.

Í hesum sambandi fara umboð fyri Røkt, Jarðfeingi og SEV at halda fyrilestrar um møguleikarnar fyri tílíkum pumpuskipanum, og serfrøðingar úr hinum norðurlondunum fara at tosa um sínar ætlanir og royndir á hesum øki.

Eisini fer Nólsoyar Orkufelag at greiða frá, hvussu vindorka kann brúkast beinleiðis til upphiting.

SEV millum fyrireikararnar

Fyrireikarar av ráðstevnuni eru TBO (Norðurlendskur arbeiðsbólkur fyri umráði við fáum íbúgvum), SEV, Jarðfeingi, Vinnumálaráðið og NORA (Norðurlendska Atlantssamstarvið).

Høvuðsstuðlar eru Statoil Faroes og NORA.

Ráðstevnan vendir sær til øll, ið hava áhuga fyri orkuspurningum, og fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk í Norðurlandahúsinum hesar báðar dagarnar, har møguleikar verða fyri nýggjum fakligum sambondum og góðum práti.

Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnu- og elveitingarmálum, setir ráðstevnuna kl. 9 fp. Seinnapartin verður útferð gjørd til Vestmanna, har m.a. vitjað verður hjá SEV og Røkt.

Ráðstevnan heldur fram í morgin kl. 9.15 og endar seinnapartin kl. 16.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking