Prísskipan á løðistøðunum fyribils útsett

Prísskipan á løðistøðunum fyribils útsett
Royndarskipanin við ókeypis løðing á almennu løðistøðunum hjá SEV er fyribils longd.

Arbeitt verður framvegis við at fyrireika m.a. gjaldsskipan og loysnir fyri elbilaeigarar, sum ikki hava møguleika at løða heima hjá sær sjálvum.

Longda freistin gevur eisini elbilaeigarum stundir til at seta upp eyka málara, soleiðis at teir fáa møguleika at løða bilin heima við bíligari streymi, eftir skipanini, sum er sett í gildi fyri hitapumpur og elbilar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking