Samstundis sum orkufelagsskapir fegnast um, at 60-watt gløðiperurnar hvørva av handilshillunum, hækka prísirnir á alternativinum - elspariperuni - munandi.
Tað skrivar týska útgávan av Financial Times.
Ljósfyritøkan Osram upplýsir fyri blaðnum, at prísirnir á elspariperunum og ljósrørum hækka við millum 20 og 25 prosentum. Sambært stjóranum í Osram, Martin Goetzeler, er enntá vandi fyri, at príshækkingarnar verða hægri enn 25 prosent.
Noydd at skifta
Príshækingarnar koma frá eini stórari hækking av prísunum á sokallaðum sjáldsomum jarðarsløgum, sum millum annað verða brúkt til at gera elspariperur og ljósrør, og í høvuðsheitum koma úr Kina.
Sostatt bendir mangt á, at brúkararnir eru noyddir at nýta eitt nógv dýrari alternativ enn vælumtóktu, gomlu gløðiperurnar.
- Í Týskland er komið okkum fyri oyrað, at prísirnir fara at hækka við upp til 25 prosentum. Væntandi fara teir eisini at gera tað her. Tó hava vit ikki enn frætt frá okkara veitarum, sigur Thomas Ewald, innkeypsstjórin í El-Salg, sum hevur meira enn 100 ljóshandlar í Danmark, við Ekstra Bladet.
Bíligu gløðiperurnar fáast tó framvegis. Handlarnir hava loyvi at selja perurnar so leingi tær eru á goymslu.
Handlarnir kunnu framvegis keypa og selja 25- og 40 watt gløðiperur, og nógvastaðni rokna teir við at hava 60 watt perur árið út.
Fleiristaðni siga tey seg hava hoyrt graml um, at prísirnir á elspariperunum fara at hækka, men:
- Vit hava ikki fingu vissu fyri hesum enn. Prísirnir kunnu eisini ávirkast av kapping millum veitarar, men talan er um tað, hava vit frætt frá veitarum.
Sostatt er líkt til, at brúkararnir mugu brynja seg til hægri prísir. Næsta ár eru dagarnir hjá teimum seinastu gomlu perunum taldir, og tá eru elspariperurnar alternativið, sum ES vil hava okkum at brúka. Framleiðslan av orkuvinarligu perunum er treytað av Kina, ið situr á nøkrum av heimsins størstu nøgdum av metallum, sum brúkt verða í elektronikk-framleiðsluni.
Spariperan nærum tríggjar ferðir dýrari
Ráevnini úr Kina eru seinastu 12 mánaðirnar vorðin 1000 prosent dýrari, skrivar týska Financial Times. Kina hevur í 2010 avmarkað útflutning sín av sjáldsomum metallum við 40 prosentum, og nýggjar avmarkingar verða allatíðina settar í verk. Halogen- og LED-perur eru ikki ávirkaðar av príshækkingunum.
Spariperan er sum er nærum tríggjar ferðir dýrari enn gløðiperan. Men meðan gløðiperan brennir í 1.000 tímar, lýsir spariperan í 10.000 tímar.
Sambært týska Financial Times fer ljósfyritøkan Osram nú at royna at endurnýta dýru ráevnini í teimum gomlu perunum, so prísirnir kunnu haldast niðri.