Umleið 100 elbilar, 100 elprutl og 1.000 elsúkklur í Danmark fáa í næstum ásett logoið hjá postinum.
- Málið er, at vit eru til staðar í 20 teimum størstu donsku býunum við elbilum um nøkur ár. Tískil fara vit nú undir at seta løðistandarar upp á hóskandi støðum, sigur umhvørvisstjórin í Post Danmark, Søren Boas, við ing.dk.
Í fyritøkuni Posten Norden, sum Post Danmark er partur av, er ein umhvørvisgrunnur stovnaður upp á 100 miljónir krónur, sum allir partar í fyritøkuni kunnu søkja stuðul úr. Átta yvirskipað umhvørvisátøk skulu millum annað vera við til at skerja CO2-útlátið hjá fyritøkuni við 40 prosentum innan 2020. Elrakstur í útberingini er eitt av hesum átøkum.
Hóast parturin av útbornum brøvum í løtuni fellur munandi, roknar Post Danmark við, at parturin av pakkum, ið skulu berast út til donsku heimini, fer at vaksa næstu árini.
Men hvussu fæst ein CO2-vinningur burturúr at skifta umhildnu súkklurnar hjá postboðunum út við elsúkklur?
Søren Boas svarar hesum spurningi soleiðis:
- Við at skifta vanligu súkklurnar út við elsúkklur kunnu vit leingja um ruturnar og harvið minka um tørvin á vørubilaútkoyring. Samanlagt gevur hetta ein greiðan umhvørvisfyrimun.
Tøknin nústaðni tøk
Hóast hvørki elbilar ella elsúkklur eru nakað nýtt, hevur Post Danmark higartil verið afturhaldandi við at útvega sær slík flutningstól.
- Vit hava hugt at fleiri umbygdum elbilum, men vit vildu vera vís í, at veitarin kundi veita trygd fyri góðskuni. Tí hava vit hugt nærri at teimum stóru framleiðarunum, og tað er ikki fyrrenn nú, at vit síggja ektaðar elbilaútgávur við egna logoinum hjá framleiðaranum á, sigur Per Henrik Brask, stjóri í Post Danmark Leasing A/S, sum stendur fyri keypi og sølu av øllum akførum hjá Post Danmark.
Á Bornholm, har teir fyrstu elbilarnir júst eru tiknir í brúk, hava tey valt Mercedes Vito, sum sambært Per Henrik Brask er einasti vørubilurin, sum í løtuni verður seldur í eini reinari elbilaútgávu. Enn er tó ikki greitt, hvørjar elbilar posturin fer at keypa til restina av landinum.