Stóra fokusið á umhvørvisrættleika og avmarkingin av CO2-útláti hevur upphevjað elbilin sum ein frelsara millum nakrar politikarar. Men sambært nýggjum tølum frá altjóða orkustovninum IEA, samsvarar hetta als ikki við veruleikan.
Sambært Politiken hava stjórnir um allan heim eitt samanlagt krav um, at 7 miljónir av heimsins bilum skulu vera elriknir í 2020. Hetta samsvarar tó als ikki við tølini hjá bilaverksmiðjunum, sum bert rokna við 1,4 miljónum elbilum í 2020. Hesin trupulleikin hevur helst samband við, at politikararnir duga ov illa at umseta orð til veruleika.
Krevur arbeiði at røkka málinum
Per Jørgensen er formaður í Dansk Elbil Komite og sivilverkfrøðingur. Hann heldur, at tað ikki er nógmikið, at politikararnir seta sær eitt mál - arbeiðast skal eisini fyri at røkka málinum.
- Semja er um, at elbilar eru svarið upp á framtíðar veðurlagstrupulleikar – vit skulu gera okkum óheft av fossilum brennievnum og ikki leiða út C02 – men hussu útbreiðslan av bilunum skal fremjast, hava politikararnir gloymt at hugsa um, sigur Per Jørgensen við Politiken.
Martin Lidegaard er formaður í grøna kveikingarstovninum Concito, og hann heldur eisini, at politikararnir saktans kundu gjørt meiri fyri at skapt grundarlag fyri fleiri elbilum á vegunum.
- Undirstøðukervið skal fáast í lag, standardarnir skulu vera eins, so allir bilar kunnu løðast av sama løðustandara, og fólk, ið keypa sær ein elbil, skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi og avgjøldum, sigur Martin Lidegaard.
Hava gjørt nógmikið
Í Danmark er avgjaldsfrítøkan av elbilum longd, og framsøgumaðurin hjá Vinstra í veðurlags- og orkumálum, Lars Christian Lilholt, heldur, at politikararnir hava gjørt nógmikið.
- Tað er ein avbjóðing at fáa elbilarnar inn á marknaðin, men vit hava gjørt eina heilhjartaða roynd at skapt ein danskan marknað fyri elbilum, og hetta er sama myndin, eg síggi í øðrum londum. Vit halda, at vit við okkara tiltøkum hava skapt neyðuga grundarlagið fyri elbilum. Vit hvørki kunnu ella vilja noyða brúkararnar at keypa elbilar, so nú stendur tað til bilaverksmiðjurnar at skapa eftirspurningin, sigur framsøgumaðurin í veðurlags- og orkumálum hjá Vinstra við Politiken.