Á starvsfólkadegi hjá SEV í gjár fekk Páll Hansen ársins herðaklapp frá felagnum.
Umboð fyri leiðslu og fyrisiting gjørdu í ár av, hvør ið skuldi fáa ársins herðaklapp 2010.
Vanliga er hetta ein avgerð, ið starvsfólkafelagið hjá SEV tekur sær av, eftir at hava fingið uppskot frá limunum um, hvør ið hevur uppiborið herðaklappið.
Hesaferð kom tó onki uppskot inn, og tí gjørdu umboð fyri leiðslu og fyrisiting av, hvør ið skuldi fáa heiðurin í ár.
Páll Hansen er 63 ára gamal og starvast sum maskinmeistari á Sundsverkinum. Hann hevur starvast hjá SEV síðani 1974. Hann er eisini formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Starvsfólkadagurin varð hildin í rúmligu og vælegnaðu fundarhølunum hjá Kelduni í Skálabotni.
Ein eldsál
Grundgevingin fyri at geva honum ársins herðaklapp er soljóðandi:
"Páll er ein eldsál. Tá ið hann fer í gongd við nakað, gongur hann uppí hetta við lív og sál. Onki er gjørt hálvt. Eitt dømi um hetta er stóri og týdningarmikli innsatsur hansara í sambandi við at fáa sett í verk umhvørvisleiðsluskipanina ISO 14001 á Sundsverkinum. Tað er av avgerandi týdningi at hava fólk sum hann í slíkum arbeiði. Uttan tað hevði tað ikki eydnast - ella í øllum førum ikki eydnast líka væl. Páll eigur soleiðis ein stóran leiklut í, at SEV - ella Sundsverkið - sum fyrsta framleiðsluvirki í Føroyum hevur fingið sertfisering og er hetta í tráð við missiónina og visiónina hjá SEV ".
Sum henda myndin avdúkar, eru menninir í stórum meiriluta í starvsfólkahópinum hjá SEV.
Eisini herðaklapp til Robert og Boga
Tveir linjumenn hjá SEV vórðu eisini heiðraðir í gjár fyri at vísa umsorgan og ábyrgd.
Hetta er ein virðislønarskipan, ið trygdarnevndin hjá SEV júst hevur sett í verk fyri trygdarfrágreiðingar, sum kunnu geva munandi batar á trygdarviðurskifti felagsins.
Bogi Wardum fekk virðisløn fyri at hava boðað frá eini vandamiklari støðu, og Robert Joensen vann lutakastið millum tvær innkomnar trygdarfrágreiðingar um eitt gávukort til ein døgurða.
Vit ynskja teimum báðum og Pálli tillukku við virðislønum og herðaklappum!
Tveir av nevndarlimunum í starvsfólkafelagnum hjá SEV, Otto West og Sjanna Hentze. Hinir nevndarlimirnir eru Karstin Hansen og Anna Vang.
Kunning og aðalfundur
Endamálið við starvsfólkadegnum er m.a., at nevndin í starvsfólkafelagnum og leiðslan í fyritøkuni kunna starvsfólkini um virksemið seinasta árið og framtíðarætlanir. Harumframt heldur starvsfólkafelagið aðalfund henda dagin.
Hákun Djurhuus, stjóri, og Finn Jakobsen, tekniskur stjóri, greiddu vegna leiðsluna frá, hvat ið er komið á skaftið í ár, og framtíðar útbyggingarætlanum.
Eisini varð nomið við fíggjarætlanina fyri næsta ár og fíggjarstøðuna hjá felagnum.
Hákun Djurhuus helt eisini fyrilestur um Víkarætlanina, og Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, greiddi frá kanningum hjá einum arbeiðsbólki hjá SEV av møguleikunum fyri pumpuorkuskipanum og vindorkuútbyggingum í Føroyum.
Bogi Wardum, linjumaður, fekk virðisløn fyri at vísa umsorgan og ábyrgd.
Dagurin endaði við einum sera lívligum og innihaldsríkum fyrilestri, sum ein vælupplagdur gestarøðari úr Klaksvík, Niklas Heri Jákupsson, rúnarbant áhoyrararnar við í útivið hálvanannantíma undir hóskandi og beinrakna heitinum "Lívsgleði", har stutti og einfaldi boðskapurin var: Verið positiv!