Gjørdist sera skakkur av at hoyra útsagnirnar hjá løgmanni fyrrapart ólavsøkuaftan í KvF, har løgmaður alment sáar iva um handfaring og reiðiligheit hjá SEV, í eini roynd at rættvísgera eina skundaða sundurskiljing av SEV.
Nýtir óloystan tulkingarspurning í herferðini móti SEV
Fyri at undirbyggja ætlanir sínar um sundurskiljing, vísir løgmaður í samrøðu við KvF í dag til eitt mál millum Elveitingareftirlitið og SEV um tulking av inntøkutrygdini í útbjóðingartilfarinum og eftirfylgjandi avrokning av vindorku í Húsahaga sum grundgeving.
Til tað er at siga, at inntøkutrygdin, sum orkumyndugleikin ásetti í sambandi við útbjóðingina av vindmyllulundini í Húsahaga í 2012, var júst sett fyri at tryggja javnbjóðis kapping. Ikki allir partar, sum bjóðaðu, høvdu egnar vinddátur sum neyðugt grundarlag fyri tilboði. Tí gav myndugleikin øllum eitt og sama grundarlag at bjóða út frá, við at áseta eina árliga inntøkutrygd á 41,4 GWt, soleiðis at allir partar høvdu somu fortreytir at bjóða eftir.
Tað er ósakligt av løgmanni at brúka hetta mál til at undirbyggja sínar egnu niðurstøður. Í fyrsta lagi tí at hetta málið ikki snýr seg um sundurskiljing, men um tulking av útbjóðingartreytum og avrokningarmannagongd. Í øðrum lagi tí at málið er í gongd og eingin niðurstøða fyriliggur enn.
SEV leggur upp til samstarv
Tó at SEV fleiri ferðir hevur boðið seg til at samstarva við landsstýrið um framtíðar eløkið í Føroyum, eru SEV og kommunurnar hildnar uttan fyri arbeiðið higartil, sum er gjørt handan stongdar dyr.
Eg fari enn einaferð at vísa á, at kommunurnar og SEV fegin luttaka í samskifti og samstarvi um framtíðarætlanir fyri elorkuøkið í Føroyum.
Góða ólavsøku
John Zachariassen, nevndarformaður í SEV