Í døgunum 3. - 4. november verður Norðurlandahúsið karmur um orkuráðstevnuna Ósvart, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.
Á skránni eru m.a. áhugaverdir fyrilestrar og orkushow. SEV hevur bás á stevnuni, og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja.
Kommunan skrivar soleiðis um orkuráðstevnuna:
Kommunan er í ferð við at gera eitt hita-atlas, har tú sært, hvat slag av upphiting hóskar til ymsu støðini og býlingarnar í Tórshavnar kommunu. Fyrsta stigið av hesum atlassinum verður lagt fram á Ósvart-ráðstevnuni hósdagin 3. november.
Harumframt verða framløgur um ymsar hitaloysnir og um orkusparingar, orkuframleiðslu og orkuplanlegging. Skúlabørn í kommununi eru boðin til eitt orkushow hóskvøldið 3. november, og hetta tiltakið verður eisini fyri almenninginum. Gev tó gætur, at plássini til orkushowið eru avmarkað.
Ráðstevnan byrjar hósmorgunin 3. november og endar seinnapartin fríggjadagin 4. november.