Óstøðuga svenska kjarnorkan elvir eisini til príshækkingar

Gleðin hjá norðurlendsku elkundunum um nýggjar veitingar av kjarnorku úr Svøríki varð stokkut.

Hósdagin og fríggjadagin vórðu teir báðir svensku reaktorarnir Oskarshamn 3 og Ringhals 1 settir í rakstur aftur, eftir at hava staðið stillir í fleiri mánaðir. Hetta skuldi bjarga streymprísunum í norðurlondum undan at fara upp í loft.

Nýggir trupulleikar hindra útlitunum fyri lægri streymprísum, tí nú eru teir báðir reaktorarnir úti av rakstri - aftur.

Steðgaði leygardagin

Reaktor 3 á Oskarshamn-verkinum hevur staðið stillur síðani leygardagin. Í besta føri er hann í gongd aftur seinnapartin í morgin, skrivar svenska dagblaðið Expressen.

Orsøkin er ein turbingoymsla.

– Turbinveitarin er júst í ferð við at kanna turbinuna. Ikki fyrrenn eitt úrslit fyriliggur, vita vit, hvat ið krevst av umvælingum, sigur Anders Österberg kunningarleiðari við Expressen.

Ongin forsøgn

Ringhals 1 framleiðir heldur ikki streym. Reaktorurin varð steðgaður í nátt, orsakað av einum feili í skipanini.

– Vit hava onga forsøgn. Reaktorurin gongur í tómgongd í løtuni, sigur Gösta Larsen samskiftisleiðari við blaðið.

Marknaðargreinarin Olav Johan Botnen heldur, at trupulleikarnir fara at ávirka streymprísirnar nógv, serliga hesa vikuna.

Úti 10-14 dagar

– Oskarshamn 3 fer heldur ikki í gongd aftur í næstu viku. Roknað verður við, at hann verður úti tíggju til fjúrtan dagar, sigur Olav Johan Botnen, greinari í marknaðarorku sambært Teknisk Ukeblad.

Fríggjadagin vóru allir svensku reaktorarnir í gongd. Nú eru tveir úti aftur.

– Soleiðis hevur skilið verið síðsta árið. Henda pínslusøgan sær bara út til at halda fram, sigur Botnen.

28 % av orkuni úti

Fráveran av teimum báðum reaktorunum ber í sær, at svenska kjarnorkan nú bert gagnnýtir 72 prosent av kapasitetinum.

Hetta ávirkar sjálvandi nógv marknaðarprísirnar.

– Prísurin 1. ársfjórðing næsta ár er farin upp við átta-níggju prosentum. Hann lá á umleið 67 evrum og er nú hækkaður til 73.30 evrur, sigur Olav Johan Botnen.

Greinarin væntar, at prísurin fer at hækka so leingi kuldin heldur sær.

Ov lítil orka

– Prísirnir fara at hækka so leingi sum vit hava reaktortrupulleikar. Vit síggja, at eisini grannalond okkara á meginlandinum nú ganga ímóti einum kuldatíðarskeiði. Ov lítil orka er atkomilig.

Reaktortrupulleikarnir og vánalig útlit fyri avfalli komandi tíðina gera, at eisini ráðgevingarfyritøkan Sweco nú eisini ávarar um stóran prísvøkstur á streyminum, skrivar Teknisk Ukeblad.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking