Orsøkin til stóru mylluskaðarnar í Neshaga

Orsøkin til stóru mylluskaðarnar í Neshaga
Nú kanningarnar av skaðunum á teimum tveimum Vestas V-47 myllunum í Neshaga eru komnar undir land, halda vit hjá SEV, at tað er hóskandi at kunna um skaðaorsøkina

Orsøkin til stóru mylluskaðarnar í Neshaga
Nú kanningarnar av skaðunum á teimum tveimum Vestas V-47 myllunum í Neshaga eru komnar undir land, halda vit hjá SEV, at tað er hóskandi at kunna um skaðaorsøkina.
SEV hevur tryggjað myllurnar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Danska kanningarstovan FORCE Technology hevur fyri tryggingarfelagið gjørt frágreiðing við heitinum “Undersøgelse af brud på pitchstænger”, og hava vit fingið avrit av henni.
Pitchstongin stýrir stigninginum á veingjunum. Stigningurin er eitt úttrykk fyri, hvussu vongurin er dreygaður um sín egna longdarás millum 0 og fullan stigning.
Pitchstongin liggur fjald inni í høvuðsakslinum. Stongin flytir seg aftur og fram við hjálp av einum stempli inni í nacelluni (húsin við allari útgerð ovast á torninum), og dreygar hon soleiðis stigninginum á veingjunum í rætta støðu úti í navinum, har veingirnir eru festir.
Tá ið vindurin er meira enn 24 m/s, steðgar myllan at mala, og bremsan heldur henni fasta og í einari støðu við 0 stigningi, fyri at hon skal taka sum minst av vindi á seg.
Staðfest er, at pitchstongin var brotin á báðum teimum skaddu myllunum. Vit hava fingið frágreitt, at orsøkin til at pitchstengurnar eru brotnaðar er, at tær eru skeivt monteraðar á framleiðsluverksmiðjuni, har myllurnar blivu framleiddar. Skeiva monteringin hevur givið bendingarávirkan í stongina, sum hevur viðført “udmattelsesbrud” .
Brotnu pitchstengurnar hava ført til, at veingirnir hava tikið ov nógvan vind á seg, og hevur hetta viðført yvirbelastningar. Bremsuskipanin hevur ikki klára at hildið veingjunum í læstari støðu, tískil eru myllurnar farnar at mala frítt og langt út yvir tað, ið tær tola og við teimum stóru skaðunum sum fylgju.
Pitchstongin á triðju Vestas mylluni er eisini kannað, og staðfest er, at hendan er heil og uttan skaðar.
Einfalda frágreiðingin er tí, at orsøkin til skaðarnar er framleiðslufeilir í myllunum.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking