Status í framleiðsluni 09.04 kl 17.33, tá ið Motorur 2 á Sundi setur út orsakað av einum mekaniskum feili, við tað, at ein brennstoffventilur setur seg fastan, var soleiðis: Sund, Motorur 1 liggur á 6,5 MW, maks last er 8,0 MW
Sund, Motorur 2 liggur á 6,4 MW, maks last er 8,0 MW
Sund, Motorur 5 liggur á 10,5 MW, maks last er 12,4 MW
Eiðisverkið, Turbina 1 liggur á 4,7 MW, maks last er 7,0 MW
Mýruverkið liggur á 1,6 MW, maks last er 2,4 MW
Strond, Motorur 2 liggur á 1,7 MW, maks last er 1,7 MW
Strond, Motorur 3 liggur á 2,8 MW, maks last er 3,6 MW
Tøki mátturin var sostatt 7,3 MW og vit mistu “bert” 6,4 MW, so hesi viðurskiftini eru, sum tey skulu vera.
Men ongar av eindunum (Motorur 1 og Motorur 5 á Sundi, Eiðisverkið, Mýruverkið ella Motorur 3 á Strond) taka meira last á seg.
Skipanin virkar soleiðis, at tá ið máttur “dettur” út, so kemur frekevnsurin (vanliga 50 Hz) undir trýst og minkar. Allar framleiðslueindirnar hava automatiskan regulator, sum júst reagerar uppá broytingar í frekvensinum. At framleiðslueindirnar ikki regulerað upp við meira mátti, er tað sum ger at vit fáa black-out. Hví framleiðslueindirnar ikki gjørdu sum ætlað í gjár, er enn ógreitt og verður tað framhaldandi kannað.