Órógv um kjarnorku ávirkar danskar elprísir

Elprísurin næsta ársfjórðing í Danmark hækkar munandi orsakað av kjarnorkutrupulleikum.

Vandin fyri eini kjarnorkuvanlukku í Japan og avgerðin um at lata sjey kjarnorkuverk í Týsklandi aftur, hevur trýst elprísin munandi upp í Danmark.

Tað sigur Steffen Sørensen, deildarleiðari í Nordisk Elhandel, við fakblaðið Ingeniøren.

Kol- og gassverk dýrkandi ávirkan

- Tá týskarar taka bíligastu verkini úr rakstri, so hækkar prísurin munandi, tá tey dýru kol- og gassverkini verða tikin í brúk íststaðin. Samstundis skunda øll sær at tryggja sær nóg nógvan streym, og tað fær eisini prísin at hækka, sigur hann.

Hann leggur aftrat, at týskarar við sínum kol- og gassverkum ikki fara at tróta streym, men at teir skulu gjalda munandi meiri fyri streymin í framtíðini.

- Prísirnir í Danmark eru hækkaðir 15 prosent síðani síðsta fríggjadag – úr 54 til 62 oyru fyri kWh fyri streym í næsta ársfjórðingi. Eg eri ovfarin av hesi stóru príshækking, sigur Steffen Sørensen.

Knýtt saman við Týskland

Danmark er bundið saman við Týskland umvegis kaðalar og harvið eisini, tá tað kemur til prísir, við tað at streymur verður keyptur og seldur á einum norðurevropeiskum marknaði, greiðir Ingeniøren frá.

Steffen Sørensen sigur, at prísurin longu hækkaði mánadagin orsakað av vandanum fyri, at japanar fóru at nýta flótandi jarðgass til elframleiðslu ístaðin fyri kjarnorku. Hetta fekk prísin á jarðgassi og harvið elprísin at hækka.

Deildarleiðarin í Nordjysk Elhandel vísir eisini á, at prísirnir fáa eitt eyka skump uppeftir, tí norska vatnorkan - sum er bíligari enn sjálvt týsk kjarnorka - bert anir í løtuni orsakað av vatntroti í vatnbyrgingunum og tískil ikki fær ávirkað prísin á marknaðinum rætta vegin.

Kjarnorkuvanlukka elvir til príshækkingar

Hann vísir harumframt á, at fara reaktorarnir í Japan í luftina, og mannfall verður, so verða upp aftur fleiri kjarnorkuverk í Evropa latin aftur - og tá fara vit at síggja príshækkingar av einum heilt øðrum slagi, skrivar Ingeniøren.

Í 2008 vórðu 27,8 pst. av streyminum í teimum 27 ES-londunum framleidd við kjarnorku. Í Týsklandi kemur umleið ein fjórðingur av elframleiðsluni frá landsins 17 kjarnorkuverkum, ið hava ein samlaðan mátt upp á 21.500 MW.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking